Hetta er maðurin sum løstaði 79 fólk í Liverpool

- Tað hevur týdning, at øll tey raktu fáa tað rættvísi, sum tey hava uppiborið, sigur umboð fyri ákæruvaldið, Sarah Hammond

Tað er 53 ára gamli, Paul Doyle, sum sjálvur eigur trý børn, ið er ákærdur fyri vandamikla koyring í Liverpool

Sambært bretsku løgregluni fingu tilsamans 79 fólk løstir, tá tey vórðu ákoyrd av 53 ára gamla, Paul Doyle, sum løgreglan hevur ákært fyri óhugnaligu hendingina í Liverpool. 

 

Hendingin fór fram seinnapartin mánadagin, tá meistaraheitið hjá Liverpool í Premier Leauge varð hátíðarhildið.

 

Tað var í gøtuni, Water Street, stutt eftir klokkan 18 henda dagin, at ógvusliga hendingin fór fram. Tey, sum vórðu rakt av bilinum hjá Paul Doyle, vóru millum 9 og 78 ár, veit BBC at siga.

 

Í dag hevur bretska løgreglan almannakunngjørt samleikan hjá manninum, sum við køldum blóði framdi brotsverkið. Maðurin eigur trý børn og er sambært BBC lokalur vinnulívsmaður.

 

Hann er ákærdur fyri vandamikla koyring og fyri at hava elvt fólki stórar likamsskaðar. Tað var við einum bili av slagnum, Ford Galaxy, at hann koyrdi inn í stóru mannamúgvuna í Liverpool undir hátíðarhaldinum.

 

##med2##

 

Bretska løgreglan sigur, at málið verður ikki kannað sum yvirgangsatsókn.

 

- Kanningararbeiðið er enn á byrjunarstigi, og vit arbeiða í løtuni við at hyggja eftir einari rúgvu av prógvum, sigur umboð fyri lokala ákæruvaldið, Sarah Hammond, í dag.

 

Hon vísir á, at talan er um fleiri avhoyringar, sum skulu gerast, eins og hyggjast skal eftir video-upptøkum.

 

- Tað hevur týdning, at øll tey raktu fáa tað rættvísi, sum tey hava uppiborið, sigur Sarah Hammond við útlendskar miðlar í dag.

 

Lesið eisini her - 

 

Hans Eiler Hammer var í Liverpool https://www.in.fo/news-detail/ein-raedulig-uppliving-sum-eg-seint-fari-at-gloyma

 

##med3##

 

 

 

 

 

Tað er 53 ára gamli, Paul Doyle, sum sjálvur eigur trý børn, ið er ákærdur fyri vandamikla koyring í Liverpool