Hon skal seta sín dám á grønu økini

Tórun Beck verður knýtt at teknisku deild, har arbeiðsøkið fevnir um rakstur, umsjón og røkt av øllum grønum økjum í kommununi

Tvøroyrar kommuna hevur sett Tórun Beck í starvið sum gartnara. Hon byrjar í starvinum 1. juli 2025.

 

Tórun er ættað av Tvøroyri og er í løtuni í einari tilgongd at flyta aftur til heimstaðin. Hon hevur í fleiri ár starvast innan røkt og viðlíkahald av grønum økjum í Fuglafjarðar kommunu og hevur harvið royndir og kunnleika við sær í starvið.

 

Tvøroyrar kommuna søkti hin 4. mai eftir gartnara ella starvsfólki við royndum til røkt innan grøna arbeiðsøkið.

 

- Talan er um eitt fulltíðarstarv, har Tórun fær sum høvuðsuppgávu at seta sín dám á grønu økini á Tvøroyri og verða við til at skapa eitt vakurt og væl røkt býarrúm – til gleði fyri borgarar og vitjandi.

 

Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at Tórun Beck verður knýtt at teknisku deild, har arbeiðsøkið fevnir um rakstur, umsjón og røkt av øllum grønum økjum í kommununi – herundir plantagur, trø, runnar og blómuprýðing í býarrúminum.

 

Eisini røkir toymið kirkjugarðarnar í samstarvi við kirkjugarðsgravaran.

 

- Vit gleða okkum at fáa Tórun við í arbeiðið at menna vøkru grønu økini í Tvøroyrar kommunu – til gagns og gleði fyri bæði borgarar og gestir, siga tey í Tvøroyrar kommunu.