Tíðindaskriv:
Í býnum er lívligt virksemi longu frá morgunstundini av, fyri at fáa teir seinastu snøkarnir upp á pláss, nú fáir tímar eru, til býurin fer at fyllast við fólki. Sera nógv er á skránni í dag og okkurt er til øll, heilt út á náttina.
VEÐRIÐ
Sambært Veðurstovu Føroya verður tað turt og sól á Tvøroyri í dag. Hitin kemur at liggja millum 7-10 stig, tað verður turt og nærum stilli, 2-6 metrar um sekundið. So veðrið er eingin forðing í dag.
FERÐASAMBANDIÐ
Strandferðslan hevur broytta ferðaætlan í dag, men bert til seinasta túrin í kvøld. Hann er fluttur frá kl. 21:00 til kl. 22:00. Til ber sostatt at koma suður og njóta Mentanarnáttina og fáa ein tíma eyka, áðrenn leiðin gongur norður aftur. Bíleggið tykkum ferðaseðilin í góðari tíð – væntast kann at tað verður fult á túrunum suður í dag. Smyril fer annars av Havnini kl. 13:00 og 18:30 í dag. Bílegg ferðaseðilin her https://booking.ssl.fo/Booking
##med2##
SKRÁIN OG SÍÐAN Á FACEBOOK
Innihaldsríka skráin til Mentanarnáttina sæst her https://www.calameo.com/read/005899669aa5a9fe3d761 . Fara tit inn á Facebook her, https://www.facebook.com/profile.php?id=100071181669555 so eru tiltøkini nærri lýst
Hjartaliga vælkomin til Mentanarnátt á Tvøroyri.