birkblog:
Tað var leyst og liðugt beinanvegin, bara trúnaðarskjalið, sum hvør einstakur í fokusbólkinum hevði undirskrivað, varð hildið.
Sjálv er hon professari í hospitality and tourism management, og við einum skálkabrosið, sum eyðkennir hennara framløgur og innbjóðandi argumentatiónsteknikk, lýsir hon seg við hesum inngangsorðum:
- Eg eri universitetsprofessari úr Kanada, einum landi, sum er eitt sindur størri enn Føroyar.
Orsøkin til ferðina hjá okkara framúr góða toymi, sum umframt meg, telur Milena Nikolova, ið er úr Bulgaria, og Michelle Novotny, sum eins og eg, er úr Kanada, var at koma higar og standa fyri verkstovum við føroyskum fólki - vinnulívi, íbúgvum, kommunustýrum, ferðavinnuídnaði - at fáa eina fatan av ferðavinnu, bæði avbjóðingum og framstigum, sum aftur eru partar av eini royndarverkætlan, sum vit arbeiða við, at hjálpa og stuðla ferðamálum at flyta seg frá mongd, volume, til virði, value, sum mát fyri væleydnaðari ferðavinnu. Føroyar eru perfekta royndarferðamálið, pilot destination, takkað verið teirri vælvild og áhuga, tit hava lagt fyri dagin, at ganga nýggjar leiðir og at hugsa annarleiðis, sigur Rachel.
Vit leggja professionella granskingarbúnan og -orsøkina til viks, og tosa heldur um Føroyar sum ferðamál hjá forvitna privatgestinum.
##med2##
- Nógv hava sagt mær, hvussu Føroyar kunnu lýsast við einum fyribrigdi, luftini, sum er lívgandi rein, fresh and clean, og sum tú kanst anda í teg í somu løtu, tú kemur úr flogfarinum. Eg eri púra samd við teimum í hesi fyrstu uppliving av Føroyum.
Oyggjarnar, sum neyvan kunnu kallast oyggjar, tí tær eru so væl knýttar saman við tunnlum, geva tær eitt dramatiskt og annarleiðis útsýni, sum er nýtt, eftir hvørt nýtt sving í vegnum. Tað gjørdi meg bilsna við hvørja av teimum smáu bygdunum, sum eru so langt burturi, og so allir fossarnir, sum eru her. Her eru sannliga nógvir og góðir hiking møgleikar, at ganga í náttúruni.
Men er einki, sum tú ilskast inn á, nú tú sum ferðafólk kemur beint úr einum metropoli, Toronto, til smáu Føroyar?
- Nei, eg havi einki at ilskast um ella inná. Burtursæð frá einum. Okkara leigubilur hevði ikki dagførdar ferðaavmarkingar á instrumentbrettinum, so onkuntíð kendi eg tað, sum eg koyrdi í einum bili, sum alla tíðin varð pingaður um at koyra spakuligari ella at spida upp, meðan tey neyðars lokalu, sum koyrdu aftanfyri meg, helst undraðust yvir, hví eg koyrdi so spakuliga.
Hvat er tað fyrsta, tú fert at siga tínum vinfólkum um ferðamálið Føroyar?##med3##
- Eg fari helst at siga teimum, at Føroyar eru sagdar at vera The Land of Maybe, tí veðrið broytist alla tíðina, og ferðavinnan kann veruliga fara at broyta samfelagið, um hon veksur ov nógv meir. Eg fari at siga vinfólkunum, starvsfeløgum og familju heima, hvussu ótrúliga takksama, eg kenni meg, at hava fingið møguleikan at vitja og arbeiða í hesi verkætlan, sum er samstarv millum mítt universitet í Toronto, føroyska Setrið, beSMART og Visit Faroe Islands, og NORA, mitacs og norska HX Foundation eisini hava stuðlað, sigur Rachel at enda, og Jóhan Pauli Helgason kemur inn í rúmið, har vit púra frítt hava skift orð um føroyska ferðavinnu, frá mongd til virði, nú fundurin er liðugur.
At hitta ferðafólk í egnum landi, er sum at halda ein spegil upp fyri teg sjálvan. Hesa spegilsmynd kunnu vit eisini knýta í kjakið um at halda fast í týskum sum lærugrein í skúlunum. Ein lærugrein, sum flestu halda, fjarar í so nógv út úr øllum føroyskum skúlaskapi.
- Wer fremde Sprachen nicht kennt, weiß nichts von seiner eigenen.
Hesi formanandi týsku orðini eigur Johann Wolfgang von Goethe, sum livdi í seytjanhundrað talinum. Næsti setningur hansara letur upp fyri eini nýggjari keldu og orsøk til júst at halda fremmandamálsliga spegilin upp fyri okkum, ikki minst í einum ferðavinnuhøpi, sum hesum aktuella, eg rendi meg í í gjár.
- Dies ist ein ganz eigener Spiegel, wenn man sich in einer fremden Sprache wieder erblickt.
Fert tú í Google translate, so fært tú hesa týðing til føroyskt: Tey, sum ikki duga fremmandamál, vita einki av sínum egna. Hetta er eitt heilt serligt spegl, tá tú sært teg sjálvan aftur á einum fremmandum máli.
Hesa málsligu spegling hjá gamla Goethe vil eg venda til føroysku ferðavinnuna í eini – kanska eitt sindur abstraktari, gamaní – men beint fram persónligari roynd, at spegla okkum í okkara ferðafólkum.
Hvat síggja tey í okkum og vit í teimum? Hvat er hugtakið at ferðast og vera turistur fyri nakað hjá okkum, sum elska at ferðast? Hvør er kjarnin í ferðing og hvussu varðveita vit hann óskalaðan, so hann ikki gleppur okkum av hondum?
Takk fyri løtuna, Rachel og øll tit.