Í dag vann Zelenskyj ein stóran sigur á Putin

Í kvøld skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á Telegram, at álopið á russiskar hernaðarflogvallir í dag varð sera væleydnað

Hetta hevur verið ein dýrur dagur í dag fyri russiska forsetan, Vladimir Putin

Soleiðis, sum vit hava hoyrt í dag, hevur Ukraina rakt fleiri enn 40 russisk hernaðarflogfør við dronum.

 

Hetta sigur ukrainska fregnartænastan, sum rópar átakið eina "spesialoperatión" - júst soleiðis, sum Putin hevur kallað russisku innrásina í Ukraina.

 

Málið hjá Ukraina var russiskir hernaðarflogvallir víða um Russland - eisini flogvallir, sum liggja millum 2000 og 4000 kilometrar úr ukrainska markinum.

 

Soleiðis vóru russiskir flogvallir raktir bæði har eysturi í Sibiria og norðuri í Murmansk.

 

Ymiskar frásagnir eru um, hvussu hetta kundi lata seg gera, men gitingar eru um, at dronur, sum vórðu í álopunum, vóru fluttar við akførum til Russlands.

 

Síðan eru dronurnar stýrdar eftir ávísum útvaldum málum í Russlandi úr Ukraina.

 

Í kvøld skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á Telegram, at álopið í dag varð sera væl eydnað.

 

- Eitt avgjørt strálandi úrslit, sum forsetin tekur til.

 

Forsetin viðgongur, at tilrættaleggingin av álopinum á russiskar flogvallir og hernaðarflogfør í dag hevur tikið hálvt annað ár.

 

Lesið eisini: - https://www.in.fo/news-detail/raktu-russisk-flogfoer-fyri-sjey-milliardir-dollarar

 

 

 

 

 

Hetta hevur verið ein dýrur dagur í dag fyri russiska forsetan, Vladimir Putin