Raktu russisk flogfør fyri sjey milliardir dollarar

- Hetta er virðið av strategisku flogførunum hjá fíggindanum, sum í dag vórðu rakt í okkara "spesialoperatión", sigur ukrainska fregnartænastan

Í dag sendi Ukraina dronur móti russiskum hernaðarflogvallum, sum liggja uppí fleiri túsund kilometrar úr ukrainska markinum.

 

Haraftrat liggja hesir flogvallir spjaddir langt frá hvørjum øðrum.

 

Soleiðis vórðu russisk hernaðarflogfør rakt í býnum, Irkutsk, niðri við markið til Mongolia og í Murmansk, sum liggur heilt har norðuri og nærindis norska markinum.

 

- Sjey milliardir dollarar. Tað er virðið av strategisku flogførunum hjá fíggindanum, sum í dag vórðu rakt.

 

Hetta skrivar ukrainska fregnartænastan um "spesialoperatiónina", sum Ukraina í dag hevur framt móti russiskum hernaðarflogvallum í dag.

 

Fleiri tíðindastovur bera hesi tíðindi seinnpartin í dag og í kvøld, og hesi tíðindi ber eisini NTB í kvøld.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/fleiri-enn-40-russisk-bumbuflogfoer-i-ljosum-loga