Í Sandnes ULF, ið er næstfremst í triðbestu norsku fótbóltsdeildini fegnast tey um, at liðskipari teirra Gullbrandur Øregaard er tikin út til dystirnar hjá føroyska landsliðnum móti Georgia og Gibraltar.
- Vit ynska okkara liðskipara, Gullbrandur Øregaard tillukku við, at hann er tikin út til dystirnar hjá føroyska A-landsliðnum móti Georgia og Gibraltar. Gev tí gass Gulli. Skrivar Sandnes ULF á Facebook.
Gullbrandur sjálvur sigur seg vera heldur skelkaðan av landsliðsúttøkuni. Hann sigur seg vera stoltan, og hann gleðir seg til dystirnar.