Stórar avbjóðing at hava G! Festival á sandinum

Ung og miðlar: – Men vit vilja vera her, sigur Sigvør Laksá, stóri í G! Festivalinum

##med2##

 

Vit spyrja hana, hvussu umstøðurnar eru at halda G! Festivalin í Syðrugøtu.

Hon sigur, at sandurin í Syðrugøtu er eitt innviklað stað at halda ein festival.

– Tú, sum ert uppvaksin her, veitst, at sandurin ikki altíð er har. Hann spælir ikki altíð við, so tað er ikki at gera sær livið lætt, at skipa fyri einum festivali her. Tað hevði verið nógv lættari at farið á eitt parkeringspláss ella á ein ítróttarvøll, sigur Sigvør Laksá.

– Men vit vilja vera her, sigur hon.