Marja Lund Gjógvará
-----
Traðarmaðurin stendur við tungari byrðu uttanfyri býráðið. Hvør inni í býráðnum skal lætta um hansara byrðu?
Vit liva í dag í einum framkomnum samfelagi, men enn eru nógv, sum stríðast fyri lívsins uppihaldi. Við verandi landspolitikki gerst stættamunurin størri, og hetta má rættast upp sum frægast kommunalpolitiskt.
Vit skulu føra ein politikk, ið stuðlar og stimbrar borgarum, ið eru antin peningaliga ella heilsuliga veikir. Vit skulu føra ein politikk, ið er heilsufremjandi og fyribyrgjandi, og harvið steðga trupulleikum, áðrenn teir taka seg upp.Vit skulu raðfesta tey sosialu virðini, ið er grundarlagið undir einum framkomnum vælferðarsamfelagi. Eitt sosialt og rættvíst samfelag fyri øll.
Sum minsta mark skulu vit øll hava møguleika at nøkta okkara grundleggjandi tørvir. Vit siga, at vit búgva í einum vælferðarsamfelagi, men er tað vælferð, at mammur mugu bidda um mat frá Herberginum? Er tað vælferð, at stuðulsátøk sum “Í menniskjum góður tokki” fáa fleiri hundrað umsóknir um hjálp? Er tað vælferð, tá Blákrossur boðar frá, at rúsevnismisnýtslan ímillum ung er vaksandi? Og er tað vælferð, at vit gerast alt færri í kommununi?
Fyrr í tíðini vóru nógv fátøk og ognarleys í Havn, ið stríddist fyri lívsins uppihaldi. Traðarmaðurin, sum standmyndin uttanfyri býráðshúsið ímyndar, fekk ein møguleika at lívbjarga sær og sínum, við at velta og røkja eina trøð. Skulu vit miðal- og lágløntu í Tórshavnar Kommunu ikki eisini fáa møguleika, eins og traðarmaðurin, at lívbjarga okkum, og ikki verða fyri vanbýti. Vit eru øll borgarar í Tórshavnar Kommunu við somu rættindum.