Europa League: Fredrikstad tapti samlað 1-5 - møta nú Crystal Palace

Jóannes Bjartalíð byrjaði inni móti FC Midtjylland

Fredrikstad Blad staðfesti aftaná samlaða 1-5 tapið hjá Fredrikstad fyri FC Midtjyllandi, at danska liðið var eitt nummar ov stórt fyri Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnar í Fredrikstad í Europa League undankappingini.

 

FC Midtjylland vann 3-1 á útivølli, og teir vunnu 2-0 á heimavølli. Í dystinum í Herning, ið júst er liðugur var støðan 2-0 - og samlað 5-1 - tá bert 17 minuttir vóru leiktir.

 

Jóannes var við frá dystarbyrjan, men var tikin av vøllinum tíðliga í seinna hálvleiki. Jóannes skoraði málið í fyrra dystinum.

 

Fredrikstad fær eina sera spennandi, men torføra uppgávu í Play Off dystunum til deildarspælið í Conference League.

 

Teir møta ensku steypavinnarunum, Crystal Palace í tveimum dystum.