Eitt serligt frælsi at koyra hýruvogn

Er hýruvognskoyrarin blíður, eru fólkini tað eisini, sigur Birni Joensen, sum íðan 2006 hevur koyrt hjá Auto í Havn. Auto fyllir 60 ár í dag

Randi Jacobsen
Í dag hava allir hýruvognarnir, sum eru knýttir at bilstøðini Auto í Havn, koyrt flaggskrýddir, og frá midnátt til á midnátt í kvøld hava allir vanligir túrar kostað 60 krónur.
Vanliga kosta teir meira.
Auto hevur opið hús seinnapartin, og tá eru fólk vælkomin inn á gólvið til ein drekkamunn, síggja myndir og at práta.
Høvið er, at tað í dag eru 60 ár liðin, síðan Auto varð stovnað.
Bara ein av teimum 15 monnunum, sum stovnaðu Auto, er á lívið í dag, Johannes Berg.
Birni Joensen hevur koyrt hjá Auto síðan 2006, og hann angrar ikki, at hann tá gavst at koyra oljubil fyri at koyra við fólki. Hann gjørdi tað, tí hann trongdi til at royna okkurt annað.
- Tað er eitt fjølbroytt arbeiði, eingin dagur er eins. Eg havi eitt frælsi, sum fá onnur hava. Eingin sigur, nær eg skal møta, og nær eg skal fara heim um kvøldið. Tí ráði eg fullkomiliga sjálvur fyri, sigur Birni Joensen.
Hann sammetir arbeiðið við at fara til útróðrar á tann hátt, at hann ongantíð veit, hvat dagurin gevur. Er lítið at fáa, verður dagurin so mikið longri.

Bara góðir dagar
Krøvini til hýruvognsføraran er, at honum dámar bilar, at fáast við fólki og duga at geva teimum eina góða uppliving.
Birni Joensen minnist ongar keðiligar dagar í arbeiði sínum sum hýruvognsførari.
- Fólk eru einastandandi blíð og fyrikomandi. Hýrurin er góður, bæði tá ið tey fara í býin um vikuskiftið og heim aftur.
Birni Joensen heldur, at tað er upp til hýruvognsføraran sjálvan at fáa gott lag í bilinum. Er hýruvognsførarin væl hýrdur, so eru hini í bilinum tað eisini.
Annars eru øll altíð fitt, ikki minst tey ungu, sum eru sera fólkalig.
Hýruvognarnir hjá Auto fara so langt sum koyrandi er. Summir túrar eru tíma langir, og tað hendir eisini, at teir vara dagar. Tað eru tá ið teir hava verið eftir onkrum ferðafólki á flogvøllinum i Vágum, og viðkomandi biðjur sama bilførara koyra seg dagarnar aftaná eisini.
Í summar góvust bilarnir hjá báðum bilstøðunum í Havn at koyra eftir brennivíni fyri fólk, og Birni Joensen heldur tað vera frálíkt at hava slept tí koyringini, tí tað var ikki stuttligt at skula inn til fólk, sum lógu inni og drukku. Tað gav samvitskubit.
Hann heldur ikki, at teir hava mist inntøku av týdningi av tí.

Skrivlig tagnarskylda
Birni Joensen sigur, at hýruvognsførararnir hava havt moralska tagnarskyldu, sum teir eisini hava hildið. Men í vár skrivaðu allir hýruvognsførararnir hjá Auto skrivliga undir tagnarskylduna. Hann veit ikki um, at hetta er gjørt á nakrari aðrari bilstøð nakrastaðni.
Hetta varð gjørt, tí teir kunnu koma at hoyra fólk á baksetrinum sita og tosa um handilslig mál ella um fundir, tey skulu á.
- Vit lurta ikki eftir, hvat fólk siga, og hoyra vit okkurt, gloyma vit tað beinanvegin. Men tað er gott, at allir hjá okkum hava skrivað undir, at vit hava tagnarskyldu.
Koyringin millum Havnina og flogvøllin gevur teimum øllum væl aftrat, og hóast hvør er sín egni harri, samstarva teir um ta koyringina, so teir fylla bilarnar heldur enn, at fleiri koyra hálvtómar bilar.
Næstan helvtin at ferðafólkunum velur hendan mátan at verða flutt millum heim og flogfar, og tey verða fleiri og fleiri.

Koyra nógv fremmandafólk
Ferðamannaskipini geva eisini væl, tí fremmandu fólkini vilja fegin ein túr út um býin. Koyra tey við hýruvogni, ráða tey sjálv fyri, hvar steðga verður á, og hvagar leiðin gongur.
Hýruvognsførararnir ilskast eitt sindur inn á ókeypis Bussleiðina, serliga til Kirkjubøar. Fleiri fremmandafólk hava funnið útav, at bussurin er ókeypis, og at bussurin steðgar eina løtu í Kirkjubø. Har missa teir nakrar túrar.
Birni Joensen heldur tað má siga eitt sindur um, hvussu gott Auto er sum arbeiðspláss, at teir hava eitt lítið undirhús a støðini. Fleiri teirra, sum áður hava koyrt hjá Auto, koma javnan inn á gólvið at práta, frætta nýtt og viðgera dagsins mál. Tá ið lítið er at koyra, eru tey væl mannað í undirhúsinum.

Gullreinir
Krøvini hjá hýruvognsførarunum eru, at bilarnir altíð skulu vera reinir innan sum uttan, og bilførararnir sjálvir skulu eisini vera hampiligir og í búna.
- Vit hava mangan fingið viðmerkingar frá fólki um, hvussu deiligt tað er við so reinum bilum.
Birni Joensen vendir aftur til týdningin av blíðskapi.
- Viðskiftafólkið skal hava ta fatan, at vit eru til fyri teirra skyld. Hevur viðkomandi viðføri við, skulu vit sjálvandi bera tað fyri tey. Er tað eitt eldri fólk, sum hevur verið til handils, kunnu vit bera vøruna heilt inn í køkin, og er viðkomandi eitt tilgongt fólk, ella tað er hált, er einki í vegin fyri at rætta hesum ein arm.
Birni Joensen og hinir hýruvognsførararnir vita, at politiið fegnast um, at hýruvognar eru í býnum vikuskiftisnæturnar.
- Vit hjálpa politinum at tøma býin fyri fólk, og í onkrum førum kunnu fólk velja millum at leiga sær ein hýruvogn ella fara við politinum í brummuna í Klaksvík.