Leygardagin 19. august, sum er í morgin, skipar Fuglafjarðar Ellisakfør fyri almennum bila- og motorsúkklutreffi við Mentanarhúsið í Fuglafirði.
Fuglafjarðar Ellisakfør skipaði fyri bilatreffi í 2018 og 2019. Undirtøkan var rættiliga góð bæði árini, men so fingu vit koronu, og tiltakið hevur ligið í dvala.
Nú verður so herjað á aftur.
- Tiltakið er ætlað ellisakførum, serbilum, eitt nú amerikanskum bilum, umbygdum ella “pimpaðum” bilum, sum tað verður rópt – og øðrum spennandi bilum, motorsúklum og serligum knallertum.
Fyrireikararnir siga, at hugskotið við tiltakinum er at savna so nógvar bilentusiastar saman sum gjørligt, har hesir kunna vísa fram síni akfør, fáa íblástur frá øðrum entusiastum og hugna sær saman.
Fuglafjarðar Ellisakfør hevur 11 ár á baki, og her hittast fólk javnan mikukvøld í hølum felagsins í Fuglafirði.
- Í hølunum er eisini pláss hjá limum at hava akførini standandi. Hesi verða javnan víst fram til áhugað, sum koma framvið í býnum.
##med2##
Fyrireikararnir siga, at tey, sum hava hug at koma við sínum akfari leygardagin, kunnu bara møta við Ítróttarhøllina á Kambsdali klokkan 13.30, haðani øll, ið møta, verða við í rekkjukoyringini inn til Fuglafjarðar.
- Ellisakførini koyra rekkjukoyring frá ítróttarhøllini gjøgnum Kambsdal og til Fuglafjarðar, har koyrt verður til parkeringsøkið við Mentanarhúsið.
Her verða akførini so sýnd fram fyri almenningunum.
Forvitnisliga tiltakið í Fuglafirði í morgin verður frá klokkan 14-19.
##med3##