- Eitt sindur stuttligari at fara á festival nú

Selma og Sjúrður hava ikki verið tey, sum hava slitið Vágsbø gjøgnum ár og dag. Men aftaná at hava verið blivin par er tað vorðið nakað hugaligari at fara á festival.

Bæði Selma og Sjúrður hava verið á Summarfestivali eina einkultu ferð áður, men tað er heilt afturi í ávikavist í 2007 og 2005.

 

- Man kann siga, at hetta er fyrstu ferð, at vit eru á Summarfestival í nýggjari tíð, sigur Selma Jacobsen úr Kolbanagjógv.

 

- Vit høvdu sum so ikki ætlað okkum á festival, men so fingu vit tvey atgongumerki frá beiggja mínum, sum skuldi til skips og tískil ikki kundi fara, sigur Sjúrður Olsen úr Havn.

 

Festivallívið hevur áður ikki tiltalað Selmu og Sjúrð nakað serligt.

 

- Vit blivu par í fjør, og eg haldi, at tað ger munin. Tað, at man hevur onkran at fylgjast við á henda hátt, ger tað eitt sindur stuttligari at vera á festival, sigur Selma.

 

Sjúrður hevur familju í Kunoy, har Sjúrður og Selma hava búð, meðan festivalurin hevur verið.

 

- Í Kunoy er deiligt at vera. Vit hava verið seks fólk, sum hava búð í familjuhúsum har norðuri. Tá vit ikki hava verið á festivali, hava vit brúkt tíðina í Kunoy, har vit millum annað hava gingið túr í viðarlundini har, sigur Sjúrður.

 

Bestu framførslurnar á ársins summarfestivali áttu báðar songdrotningarnar í Føroyum sambært Sjúrði og Selmu.

 

- Eivør og Lena hava uttan iva havt bestu konsertirnar, siga Selma og Sjúrður við ein munn.

 

- Um eg kundi rátt yvir, hvør skal koma næsta ár, hevði eg sagt Michael Bublé. Eg vænti tað ikki, men vóni tað, sigur Selma flennandi at enda.