Eitt sindur um trúgv og um forholdið millum menniskja og Guð

Ein viðmerking til okkurt av tí, John Johannesen hevur skrivað

Alt byrjaði við at Guð skapaði tað. Fyrst himmalin og jørðina o.s.fr. Sum krúnu á sínum skaparverki skapti hann menniskja. Fyrst skapti hann mannin og setti hann í Edens hava til at hava umsjón við honum og dyrka hann. Menniskjan fekk vald til at ráða á jørðini, bæði yvir fuglum, fiskum, djórum og øllum vøkstri (1. Mós. 1,25 og 2,15), ikki at ráða sum tyranar, men sum góðir hirðar: Guð var hann hægsti, hann var stjórin ímeðan menniskjan var sett sum formaður yvir skabningunum. Guð skapti alt til at vera gott, alt var »Shalom«. Allir skabningar livdu saman í harmoni. Soleiðis var alt í fyrstuni, soleiðis varð alt skapt.

Hvar kemur tað ónda so inn í leikin? Guð hevði sett eitt træ mitt í havanum, sum eingin mátti eta av, tað var træi kunnleikans um gott og ilt. Um nakar át fruktina av hesum træi, so kom hann at síggja mun á góðum og illum, t.v.s. at tey sjálvi fingu kunnleika til at døma um hvat var gott og hvat var ónt. Nú kundu tey sjálvi meta um nær tað var gott at gera nakað. Guð hevði sagt at tey ikki máttu eta av trænum, og tað var fyri teirra egna besta; men tey gjørdu ímóti hansara boðum, tá ið djevulin freistaði tey. Tí máttu tey taka konsikvensin. Guð hevði ávara tey (1. Mós 2,17) Hann tveitti tey út úr havanum, so at tey ikki kundu nærkast træi lívsins og eta av tí. Um tey fingu av træi lívsins, so fingu tey ævigt lív. Kundi Guð ikki bara givið teimum loyvi til tað og so bara gloymt hitt, at tey høvdu synda? Nei, ongantíð! Tí um Guð gav teimum loyvi til tað, so vildu tey eti seg til ein ævigan deyða, og so fingu tey ongan møguleika til umvending frá syndini.

Ofta hevur verið sagt, at Guð ikki tolir synd, tað passar faktist ikki, tað er umvent; syndin tolir ikki Guð. Tað kann samanlíknast við, at ein ísterningur kemur til sólina, sólin vildi ikki sløkna; men ísterningurin vildi til jarðar fyri fyrst at líða og síðan doyggja fyri okkum. Um vit halda okkum til myndina frá fyrr av, so er Jesus ein stór frystiboks, sum kann innihalda allar ísterningar, tann frystiboksin tolir hitan av sólini. Tað einasta ísterningarnir skulu gera, tað er at fara inn í frystiboksina meðan hon enn er opin. Sagt uppá ein annan máta: tað einasta vit kunnu gera sum menniskjur, er at yvirgeva okkum til Kristus.

Hetta leiðir okkum til eitt annað: hvussu kann eg bara trúgva? Nógv kristin siga at man bara skal trúgva (undirforstaði tvinga seg til at halda nakað, sum man ongan sannføring hevur um). Sonn trúgv kemur bara við Heilaga Andans hjálp. Eingin kann trúgva av sær sjálvum líkamikið hvussu nógv man roynir. Hebr. 11,1: Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. Ein kann ikki hava álit á einum úttalilsi hjá einum persóni, uttan man er sannførdur um tað, sum hann sigur. Hvussu kann eg hava álit á einum Guði, sum eg ikki eri sikkur í eksisterar? ella: hvussu kann eg trúgva á Guð uttan at kenna hann? Hjá mær hendi tað soleiðis: Eg helt meg trúgva á Jesus, tí eg visti at hann var til (eg roknaði við tí). Mín moralski yvirbevísningur var sera nógv ávirkaður av kristindóminum; men tað var alt. Eg gekk nógv í býin, hvørja weekend (fríggjadag og leygardag) og eitt sindur afturat. Eg drakk nógv hvørja ferð, til eg datt av. Eg fekk at vita frá folki, sum kendu meg, at eg var ógvuliga fittur at vera saman við, tá ið eg var fullur, eg bleiv ikki voldligur og gjørdi ikki nøkrum ónáðir, men so næstseinastu ferð eg drakk, byrjaði alt at ganga galið. Eg vildi berjast, leyp eftir onkrum av vinunum hjá mær, og tá ið eg kom heim knústi eg ein rút. Eftir hetta drakk eg bara einaferð afturat, tá stóð tað enn verri til. Eg leitaði aftur eftir bardaga; men tíbetur forðaðu vinirnir mær at berjast. So kom eg heim, vakti foreldrini, og segði nógv ljót ting við tey, so fór eg inn í køkin og tók ein stóran knív og setti hann fyri handliðina, tíbetur var mamma mín har at halda ímóti, og so var eg eisini so fullur at eg orkaði næstan einki. Morgunin eftir, tá ið eg vaknaði, hevði eg øgiliga ringa samvitsku. Eg meldaði meg sum lim í Bláa krossi og gav lyfti um, at ikki røra alkohol. Komin við í Bláa kross byrjaði eg at koma í missiónshúsið (til kór og ungdómsmøti). Til eitt møti í eini møtirøð, sum var tá, sá eg sannleikan (eg bleiv sannførdur av Guði) og yvirgav meg til Jesus. Eg trúgvi, at tá eg drakk tvær tær seinastu ferðirnar, var tað Guð, sum hevði ein fingur í spælinum, eg veit ikki hvussu; men soleiðis bleiv eg førdur undir orðið, og av orðinum yvirbevístur, soleiðis var tað at eg kom at læra Jesus at kenna.

Hví skuldi Guð endiliga seta træi kunnliekans um gott og ilt í Eden? Hví gav hann okkum hetta valið? Tí at Guð elskar okkum og vildi tí geva okkum eina fríheit til at elska hann, ikki at liva sum trælir fyri hjann; men sum børn, ikki liva sum robottar; men til at liva í fríheit.


Vinaliga

Jón Poulsen,

520 Leirvík