Granskarasetrið á Hoyvíksvegi 51 í Havn er nú liðugt og handað eigarunum eftir umfatandi umbygging.
Talan er um bygningin, har Rúsdrekkasøla Landsins áður helt til, sum síðani er um- og útbygdur fyri 13 milliónir krónur. Pengarnir eru tiknir við burtur av stovnsfænum hjá Vinnuframa.
Tað er Vinnuframi, sum hevur tikið stig til og eigur Granskarasetrið, meðan tað verður felagið iNOVA, sum skal standa fyri rakstrinum.
iNOVA er eitt samtak, har Felagið Nótaskip, Fiskaaling, Marine Harvest, Bakkafrost, Luna, Tavan, MBM, Havsbrún, TF Holding og Framtak eru í.
- Hetta verður eitt spælipláss fyri granskarar, sigur Regin W. Dalsgaard, stýrisformaður í Vinnuframa, sum í dag tekur ímóti Granskarasetrinum.
Hoyr samrøðu við Regin W. Dalsgaard her: