B6
Tað er eitt ár síðani, at vit seinast hoyrdu frá B6. Sum partur av semjuni 1. januar 2002 vórður fleiri starvsfólk sett á B6 í eitt hálvt ár. Hesi fólkini eru komin og farin, og nú er alt við tað gamla á B6. Ein munur er tó: Nakað av nýggjari útgerð er komin til deildina.
Ingun Gaardbo, sum er virkandi deildarleiðari á B6 og starvsfólkaumboð, sigur, at hon er samd við niðurstøðunum um B6 í røktarfrágreiðingini. Niðurstøðan hjá DSI, sum hevur skrivað frágreiðingina, er, at B6 hevur ein lága normering og eina minni nýtslu av røktarstarvsfólki til hvønn sjúkling ? samanborið við sjúkrahúsini í Svendborg og Sønderborg.
Tilmæli hjá DSI er, at fleiri sjúklingar skulu viðgerðast ambulant, og fer hetta væntandi at lætta nakað um arbeiðsbyrðuna.
?Hetta er eitt stórt stig á leiðini. Vit vilja nú hyggja frameftir og saman við leiðsluni (á Landsjúkrahúsinum, blðm.) finna fram til, hvussu vit betra um arbeiðskorini, sigur Ingun Gaardbo.
Ein trupulleiki við B6 var, at deildin ikki fekk hildið seg innanfyri teir fíggjarligu karmarnar. Eisini var talan um hópin av sjúkradøgum. Bæði leiðslan og sjúkrasystrar eru tó í góðari vón um, at tað fer at eydnast at betra um karmar og trivnað.
Í frágreiðingini stendur annars, at útgerðin á deildunum er avoldað og niðurslitin.