Eitt stig á rættari leið fyri javnrættindi hjá samkyndum og tvíkyndum

Men tey undrast á, at treytirnar til samkynd í Føroyum eru harðari enn tær eru til samkynd í Danmark

Tað er at fegnast um, at ávísir samkyndir og tvíkyndir menn nú eisini kunnu lata blóð í Føroyum.

Tað sigur LGBT í eini viðmerking, nú samkyndir og tvíkyndir menn ikki longur eru útihýstir frá at geva blóð í Føroyum.

Men treytin fyri at samkyndir og tvíkyndir menn kunnu lata blóð í Føroyum, er at teir ikki hava hvat kynsligt samband við aðrar menn í seks mánaðir. Í Danmark er karatenutíðin 4 mánaðar.

LGBT vísir á, at tað var undir AIDS-kreppuni í áttatiárunum, at bann varð sett fyri, at samkyndir menn sluppu at lata blóð.

Tað kom í kjalavørrinum á ótta og óvitan, men tá vóru samstundis munandi verri møguleikar at kanna blóð tá enn tað er í dag, sigur LGBT.

LGBT Føroya tekur undir við, at trygdin altíð skal vera í hásæti, tá ið talan er um blóðgeving og heilsuverkið, men samstundis undrast tey á, at treytirnar fyri at samkyndir og tvørkyndir menn kunnu lata blóð, eru harðari í Føroyum enn tær eru í Danmark.Eitt stig á rættari leið fyri samkynd.

Men tey undrast á, at treytirnar til samkynd í Føroyum eru harðari enn tær eru til samkynd í Danmark