Eitt týðandi stig á leiðini í grøna orkuskiftinum

- Hetta er eitt týðandi stig í okkara arbeiði at gera Vága kommunu grønari og meira sjálvbjargna, sigur borgarstjórin, Bjarni Prior

 

Vága kommuna tók enn eitt týðandi stig á leiðini til grøna orkuskiftið, tá býráðið í september í fjør samtykti at fara undir eina royndarverkætlan við at seta sólpanel á barnagarðsstovnin Miðgarð í Miðvági.

 

- Arbeiðið at leggja panelir á takið á Miðgarði er nú liðugt, umhvørvisárinskanning er gjørd, og allar skipanir eru nú settar til, soleiðis at Miðgarður nú er partvíst sjálvberandi við engari streymframleiðslu.

 

Soleiðis siga tey í Vága kommunu.

 

- Kommunan hevur sum mál, at allir kommunalir bygningar í størri mun skulu brúka grøna orku. Hetta er samstundis í góðum samsvari við Visjón 2035 hjá Vága kommunu, har tað verður staðfest, at atlit til grøna og burðardygga menning skal vera meginreglan í øllum ætlanum og átøkum.

 

Í samstarvi við Sp/F Thorfinn Nielsen er sólorkuskipan løgd á tekjuna á Miðgarði, sum fevnir um 72 svørt panel á 150 fermetrar av takflatuni á Miðgarði.

 

- Hetta gevur ein samlaðan framleiðslumátt á 33,12 kWp og eina væntaða framleiðslu á 26.150 kWh. Av hesum er roknað við, at umleið 15.800 kWh verður brúkt til egna nýtslu á stovninum, og umleið 10.350 kWh kunnu seljast til SEV.

 

Til samanberingar er samlaða streymnýtslan hjá Miðgarði umleið 48.800 kWh, og tí verður væntað, at nýggju sólpanelini kunnu framleiða helvtina av allari nýtsluni.

 

Fyritøkan Sp/F Thorfinn Nielsen er stovnað í 1989, og í løtuni starvast 26 fólk hjá teimum - við heimstaði á Giljanesi. Skipanin, sum er sett upp nú, svarar til nýtsluna hjá fimm húsarhaldum.

 

- Fyritøkan hevur royndir við uppsetingum frá 11 kWp heilt upp til 620kWp. Størsta sólorkuskipanin á 620kWp er 2.812 fermetrar og framleiðir árliga grøna orku svarandi til nýtsluna av 85 húsarhaldum (431.330kWh). Hetta er helst størsta sólorkuskipanin í Føroyum.

 

Í Vága kommunu vísa tey á, at Sp/F Thorfinn Nielsen síðan 2021 hevur sett upp stívliga 1,2MWp av panelum ella umleið 5.450 fermetrar og hava harvið helst sett upp flest sólorkuskipanir í Føroyum.

 

- Kostnaðurin fyri at seta skipanina upp er 226.910 krónur uttan meirvirðisgjald. Við eini árligari sparing á umleið 32.500 krónur, verður afturgjaldstíðin mett at vera sjey ár. Í tilboðnum er eisini ein hybrid-invertari, sum ger tað møguligt at íbinda eitt battarí til skipanina í framtíðini.

 

Framleiðslan kann harumframt fylgjast og skrásetast gjøgnum app ella webinterface, so bæði tekniska deild og stovnurin hava greitt yvirlit yvir nýtsluna.

 

- Seinastu árini hevur Vága kommuna tikið fleiri stig á grønu leiðini. Millum dømini eru bokashi-spannir til borgarar, innsavnan av plantum til endurnýtslu og verkætlanin í vakstrarhúsinum í Sandavági, har børn læra at dyrka grønmeti og frukt frá sáðing til matgerð.

 

Lagt verður aftrat, at harumframt hava fleiri bygningar skift til grønar orkuloysnir, og kommunan veitir stuðul til felagsskapir, sum leggja um frá oljuupphiting yvir til grønar loysnir.

 

Í fíggjarætlanini fyri 2026 hevur Vága kommuna raðfest íløgur í grøna orkuskiftið.

 

- Hetta undirstrikar, at verkætlanin við sólpanelum á Miðgarði ikki er einstøk verkætlan, men ein raðfesting, ið gongur tvørtur um øll øki í kommununi – frá dagstovnum til orkunýtslu.

 

Við hesum átøkum vísir Vága kommuna samstundis, at hon vil ganga á odda við grønum loysnum, og menna varandi orkuframleiðslu og sjálvbjargni í kommununi – bæði á økinum innan orku og innan matframleiðslu.

 

- Hetta er eitt týðandi stig í okkara arbeiði at gera Vága kommunu grønari og meira sjálvbjargna. Við sólpanelunum á Miðgarði og verkætlanini í vakstrarhúsinum vísa vit, at tað ber til at sameina góðar karmar fyri okkara børn við varandi orkuframleiðslu og burðardygga matframleiðslu – til gagns bæði fyri umhvørvið og framtíðina hjá kommununi. 

 

Hetta sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu. Meira um skipanina kann lesast á www.vaga.fo