Eitt uppskot til politisku samgonguna

Eg fari við hesum at skjóta upp, at Lands­stýr­ið ella kanska heldur øll okk­ara pol­it­iska sam­gonga vendir sær til Guinn­ess Rek­ord­bók at vita, um ikki vit kunnu vinna Føroyum við­ur­kenn­ing fyri heims­ins mest korr­upta pol­itiska stýri.

Bogi Hansen
Velbastaður

Sambært Wikipedia kann politisk korruptión def­inerast soleiðis: »Pol­it­i­cal cor­rup­tion is the ab­use of pub­lic po­wer, of­f­ice, or resources by el­ec­ted gov­ernment officials for per­so­nal gain«. Leys­liga kann hetta kanska týð­ast soleiðis: “Politisk kor­r­up­tión er mis­nýtsla av almennari makt, starvi ella tilfeingi, sum al­ment vald umboð nýta til eg­ið gagn”.

Fylgja vit hesi def­i­nitión, hava Føroyar tik­ið eitt risastig á korr­up­tións­leið. Framm­an­undan høvdu tit eina góða løn, bæði løgtings­menn og lands­stýr­is­menn, umframt feitan koyr­i­pening, pensjónir o.s.fr.; men tað hevði neyv­an verið nóg mikið at kom­ið í Guinness. Vit hava jú Berlusconi og fleiri aðrar at kappast ímóti.

Men við hesum nýggju tiltøkunum eru møg­u­leik­arnir veruliga har. Eg havi fingið 5000 kr eyka hvønn mánað í skatta­lætta at oyðsla við, og tit munnu helst hava fing­ið minst tað, meðan flak­a­kvinnan, sum kundi økt okk­a­ra framleiðslu, neyv­an man fara at síggja nógv oyru. Tit vardu tykkum manniliga í Løg­ting­i­num ímóti royndunum at minka tykkara egnu lønir og ágóða, sam­stund­is sum tit hava tryggj­að tykkum, at van­lig starvsfólk og onnur lág­lønt ikki skulu fáa ov nógv úr tí landskassa, sum skal fíggja tykkara løn og annað gott. Tit hava enntá klárað at kradda tykkum tann skatt­in, sum skuldi fíggja ell­is­heim og annað hjá kom­andi pensjonistum.

Longu framm­an­und­an eru so nógv ung konufólk rýmd, at burð­ar­talið er tað minsta síðan annan heims­bar­daga, og tá tit og tykk­ara høgt løntu em­bætisfólk hava vunnið makt­kampin móti ped­a­gog­unum, hava tit helst eisini fingið rik­ið nak­að nógvar av teim­um av landinum. So kunnu vit øll gleða okk­um til eitt samfelag fult av pensioneraðum pol­i­ti­k­ar­um og øðrum goml­um monn­um; uttan ó­rógv­andi barna­látur.

Apropos pensiónir, so skilti eg á Út­varp­i­num, at tit og tykkara em­bæt­is­fólk hava tryggj­að tykk­um at rinda minni skatt av tykk­ara pen­sjón­um enn vit onnur. Tað ljóðar næst­an ov korrupt til at vera trúligt, so har er helst onk­ur mis­skilj­ing; men hvørt tað nú er rætt ella ikki, so hava tit í øll­um førum uppiborið at koma í Guinness.

Tí tit hava klárað at fáa før­oyska veljaran at hoppa upp á, at vit øll mugu spara, samstundis sum tit hava fylt nógv meiri niður í egnan lumma. Tað má sigast at vera hegn­is­ligt politiskt hand­verk, sum átti at ver­ið við­ur­kent.