Eitt valdømi = minni klandur

Við at fáa bara eitt valdømi, er ein av stóru orsøkunum til vælkenda føroyska klandri burtur

Føroyingar eru protektionistiskir. Tá talan er um lokalpolitikk, hugsa vit bara um okkara lítla umráði. Vit eru í kapping við restina av føroyingum. Vit skulu hava áðrenn tey, ella blíva vit fornermað og stemma ikki fyri onkrum uppskoti, sum kemur frá teimum. Tað er líkamikið um teirra íløga er fornuftigari og betri fyri alt landið. Nú eiga vit tørn, so skít verið við rest!

 

Vit eru protektionistisk, tá talan er um uttanríkispolitikk. Tá hugsa vit bara um okkara lítla land. Vit eru í kapping við restina av heiminum. Vit skulu hava meir enn hini. Vit skulu sleppa at starvast og hátta okkum sum vit hava hug, hvar sum helst, men ongin skal koma her og hava nakað við okkum at gera. Í Føroyum hava vit nokk í okkum sjálvum, vit mugu verja okkum so ongin kemur og ger íløgur í vinnur her á landið, tí í síðsta enda vilja tey sjálvandi yvirtaka alt virksemi, so onki er eftir til okkum. Vit mugu verja okkum so ongin kemur at starvast her. Vinnan liggur gott nokk á knæ og skríggjar eftir arbeiðsmegi við sínum síðstu kreftum, men tá hendan arbeiðsmegi er komin, so er ongin vegur aftur, so eru tey ein hóttan ímóti okkum.

 

Tá talan er um annaleiðis hugsandi menniskju, ella menniskju við lívsstíli, sum líkjist ov nógv frá ”føroyska norminum”, so eru vit eisini protektionistisk. Vit eru bangin fyri at muslimar skulu yvirtaka landið, vit eru bangin fyri avkristnan, vit eru bangin fyri homoseksuellum og reyðvínsnjótarum. Vit eru bangin fyri fólki við ov stórum ætlanum osv.

 

Hendan provensiella ræðslan er væl á veg at doyggja út, við at vit fáa eitt valdømi. Nú er ein stemma líka góð hvar sum helst í landinum hon kemur frá og allir dómadagsprofetarnir, sum hava trútta hendan óttan inn í føroyingar mugu reka veruligan landspolitikk. Nú er slutt við protektionismu og suboptimering.

 

Føroyingar skulu standa saman um hetta lítla landið. Vit eru bara 50 túsund fólk á fáum kvadratmetrum, so tað átti ikki at verið ógjørligt at verið meira góð við hvønn annan. Her skal vera pláss fyri okkum øllum somlum í Føroyum.