Íverksetan
Klaksvík hevur fingið íverksetararhús, og á samkomu í gjárkvøldið í mentanarhúsinum Atlantis var greitt frá um húsið og um hugskotið handan hesa verkætlan. Leiðari í húsinum er Rani Nolsøe, ið er útbúgvin innan tøkni- og samfelagsfrøði við lærda háskúlan í Roskilde.
Rani hevur, síðan hann varð liðugt útbúgvin miðskeðis í 90’árunum, roynt seg innan ymisk øki sum íverksetari og hevur við minnið og meira væleydnaðum verkætlanum fingið hollar royndir innan íverksetan. Seinastu nógvu árini hevur Rani verið menningarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu, og tað er í hesum leikluti, at Rani hevur fingið ábyrgdina av at seta Íverksetarahúsíð á stovn.
- Eg havi, fyri Klaksvíkar kommunu, arbeitt við ætlanini um eitt íverksetarahús, og tað er kommunan, ið hevur givið mær ábyrgd av at seta hetta í gongd, sigur Rani Nolsøe.
Hann sigur, at hóast húsið longu er farið at virka, so er ikki endaliga avgreitt, hvussu Íverksetarahúsið endaliga verður skipa. Møguliga verður talan um ein non-profit grunn ella kanska onkra aðra loysn. Hetta verður arbeitt við í løtuni og skipanin verður væntandi avgreitt skjótt.
Handan Íverksetarahúsið standa Klaksvíkar kommuna, Vinnumálaráðið og Eik bank.
Rani Nolsøe fær sum leiðari av húsinum ein virknan leiklut í at skapa framtíðar andlitið á vinnulívinum í Klaksvík og øllum Føroyum. Tí Íverksetarahúsið er ikki einans fyri klaksvíkingar.
- Vit eru til fyri allar Føroyar. Allir íverksetarar eru vælkomnir at seta seg í samband við okkum. Tað krevst, at tú hevur eina virkisætlan, sum kann vísa, at títt vinnuhugskot eftir øllum at døma er, ella kann gerast burðardygt. Tað er sjálvandi ein fyrrtreyt, at tú sjálvur trýrt uppá hugskotið og vil leggja alla orku í tað, sigur Rani Nolsøe.
Endamálið við húsinum er styrkja teg sum íverksetara, og at bjóða tær møguleika fyri at byrja tína fyritøku í einum nýskapandi umhvørvi í Íverksetarahúsinum, skrivar Íverksetarahúsið í sínum faldara.
- Vit hava trý bein at standa á vit skipa fyri stuttum og effektivum skeiðum, sum menna fólk sum íverksetarar og gera tey før fyri at orða eina góða virkisætlan. Vit veita persónliga ráðgeving til íverksetarar og so leiga vit hølir út til íverksetarar, greiðir Rani Nolsøe frá.
Tey hava longu fingið fleiri fyrispurningar frá fólki um at leiga seg inn í húsini, umframt at fleiri hava meldað seg til fyrsta skeiðið, ið fer av bakkastokki komandi mánadag.
Rani sigur, at tey arbeiða við íverksetan innan allar vinnugreinar, og at í hesum sambandi kann nevnast, at á fundinum gjár, var ein fyrispurningur frá sjómanni, ið hevði áhuga í íverksetan. Men sum ikki fekk luttikið á skeiði, ið verður hildið yvir fimm vikur. Tí verður nú umhugsað eisini at bjóða skeiðið í eini meira sampakkaðari útgávu.
Fyri at tryggja eitt høgt fakligt støði frá byrjan av, samstarvar Íverksetarahúsið beinleiðis við heimsflokks vinnuhúsið Birc Estate í Herning.
- Hetta samstarvið hevur riggað væl frá byrjanini. Tey hava royndir innan økið og hava ráðgivið okkum allan vegin. Eg tosaði beinanvegin við Torben Henriksen, stjóra í Birc Estate og hann var áhugaður í at hjálpa. Tey eru rættiliga frammarlaga við íverksetan í Danmark, so hetta hevur verið ein góður kjak- og samstarvsfelagið, ið hevur fingurin á pulsinum innan økið. Tey hava á nógvan hátt kunna víst okkum, hvussu man ger. Innan inniovatión er eingin munur á Føroyum og Danmark, so tí hevur ráðgevingin komið væl við. Innan fyri realisering er tó stórur munur á londunum báðum, greiðir Rani frá.
Fyrireikingarnar av Íverksetarahúsinum eru gjørdar í tøttum samstarvi við vinnulívið í Klaksvík, umboðað av Klaksvíkar vinnulívsráði. Rani Nolsøe greiðir frá at hetta hevur verið ein sera góður sparringspartnari. M.a. hava tey saman verið í Danmark og vitjað Birc Estate.
At stórur áhugi er fyri Íverksetarahúsinum varð greitt í gjárkvøldið. Atlantis var smekkfult av fólki og nakað væl afturat.
- Tað var upplyftandi at síggja, hvussu nógv fólk var áhugað, har var ein fín blanding av næmingum, lærarum, umboðum fyri young enterprise og european businessgames, politikarum úr Klaksvík og grannakommunum og vinnurekandi av ymiskum slag, sigur Rani Nolsøe.
Fyrsta skeiðið í Íverksetarahúsinum
Skeið í íverksetan byrjar í Íverksetarahúsinum í Klaksvík mánakvøldið 22. januar. Skeiðið er í fimm mótulum og verður hvørt mánakvøld fram til 19. februar.
1. mótul, 22. januar:
Virkisætlan, Rani Nolsøe, Íverksetarahúsið
Soleiðis gjørdi eg, Regin Dalsgarð, íverksetari, Shiny Weels, Isuus
2. mótul, 29. januar:
Fíggjarmøguleikar, Eik
Fíggjarskapur, Numero
3. mótul, 5. februar:
Marknaður og kapping, Jens Ravn, chef konsulentur, Birc Estate
Persónlig søla, Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship
4. mótul, 12. februar:
Persónlig avkláring, Jan Willemoes, vinnulívssálarfrøðingur
Soleiðis gjørdi eg, Steintór Rasmussen, íverksetari, Summarfestivalurin, Pegasus
5. mótul, 19. februar:
Virkisætlan, Rani Nolsøe, Íverksetarahúsið
Netverk, ráðgeving,