Eiturkoppur mundi endað í grýturætti

Tað var ikki nøkur stuttlig sjón, ið møtti svenskari kvinnu, tá hon skuldi gera eitt sindur meira burtur úr einum grýturætti.

Tað var ikki nøkur stuttlig sjón, ið møtti svensku Jessiku Ljungdahl, tá hon ætlaði sær at gera eitt sindur meira burtur úr einum grýturætti.

 

Ovast í dósini, sum hon ætlaði at stoyta í grýturættin, lá nevniliga, soleiðis sum viðhefta mynd vísir, ein stórur eiturkoppur.

 

- Eg sá okkurt myrkt í dósini og noyddist at hyggja nærri, hvat hetta í veruleikanum var, sigur Jessika Ljungdahl við Aftonbladet.

 

Tá hon stoytti úr dósini, sá hon, at restin av beinunum av eiturkoppinum lógu niðri í botninum. Eins og innihaldið í dósini, var eiturkoppurin bæði deyður og niðursjóðaður.

 

Svenska kvinnan prísar seg lukkuligan yvir, at tað var sjeikur hennara – og ikki hon sjálv – sum læt dósina upp og fann eiturkoppin.

 

Kortini hevði hon tað ikki gott, sum kvøldið leið, og náttin kom.

 

- Jú, hetta var virkuliga óbehagiligt, sigur hon og viðgongur, at hon eisini hevði trupult við at sova um náttina.