Eivør á breddanum í Íslandi

Eivør er í hesum døgum at síggja á heilsíðu lýsingum í íslendsku bløðunum og orsøkin er, at stórar framførslur eru fyri framman

 
Eivør Pálsdóttir framførur ikki so ofta í Íslandi, men tá hon ger tað, so eru yvirskriftirnar vísar í bløðunum. Íslendsk bløð hava í hesum døgum heilsíðu lýsingar við Eivør og orsøkin er, at stórar framførslur eru fyri framman.
                      Tann 30. apríl syngur Eivør í Langholtskirkjuni og á skránni er Håb efir Jan Hoybye. Fimm tónleikarar leika við, umframt at eitt stórt kór er við. Gradualekórinn er kór við ungfólki og er kórið á høgum støði.
                      Kenda sangkvinnan Óløf Kolbrún Harðardóttir byrjar konsertina við sangum um vár og summar og síðani kemur Eivør við øllum tónleikaverkinum Håb. Tað sigst, at atgongumerkini ganga sum heitt breyð.
                     
Listahátíð
Eivør verður partur av størri tiltaki seinni. Listahátíð Reykjavíkar verður í seinna helmingi av Mai mánað og tá er Eivør við á stórari konsert í Laugardalshøllini tann 29. mai. Konsertin hevur heitið Ísland ? Írland. Tveir av størstu tónasmiðunum í Íslandi og Írlandi skriva tónleikin, Donald Runny og Hilmar Ørn Hilmarsson.
                      Donald Runny verður  nevndur ?the father of irish musical revival? og hann hevur samstarvað við kend nøvn í Írlandi so sum Sinead O?Connor, Elvis Costello, Kate Bush, Paul Brady og Rod Stewart. Hann skrivaði Emmy vinnandi tónleikin til ?Bringing it all back home? og hevði eisini ein fingur við í spælinum til tónleikin til filmin ?Titanic?. Bono úr U2 hevur kallað hann ?The man of the sound?.
Hilmar Ørn Hilmarsson fekk Alex virðislønina fyri tónleikin til filmin ? Børn náttúrunnar? og hann hevur lagt til rættis fyri størstu nøvnini í Ísalandi, til dømis Bjørk, Bubba og Megas og skrivaði stóra sangleikin Hrafnagaldur Óðins, sum Sigur Rós framførdi um allan heim. Hilmar Ørn var eisini limur í enska punk bólkinum Psychic TV í 80?unum.
                      Á konsertini tekur eisini lut írska sangkvinnan Róisin Elsafty, umframt Eivør.
                      Listahátíðin í Reykjavík er annað hvørt ár og er hæddarpunkt av tí,ið fer fram í býnum. Og tað tykist greitt, at nevnda konsert verður eitt hæddarpukt á Listahátíðini. Íslendska sjónvarpið hevur havt umrøðu av hátíðini og Eivør er stóra navnið í skránni og hon er eisini á forsíðuni á faldaranum, sum lýsir tiltakið. Somuleiðis er tað Eivør, sum verður nevnd, tá tosað verður um Listahátíðina í miðlunum.
                      Eini 3000 til 5000 fólk verða væntandi í Laugardalshøllini og fleiri eru frá altjóða miðlum.                      Síðsta vár tók íslendska Rás 2 upp nakrar konsertir frá Airwaves fagnaðinum. Upptøkurnar eru nú seldar útvarpsstøðum kring í Europa og tann best umtókta konsertin er  tann hjá Eivør í Nasa, Reykjavík. Eivør verður sostatt send til útvarpstól kring alt Europa og heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, ivast ikki eina løtu í, at innan long tíð er umliðin, er Eivør stjørna á altjóða pallinum.