Gøta: Tað vóru dagar í nítiárunum, tá ið bilar plagdu at koyra floytandi ígjøgnum Gøturnar, og rómurin var óførur.
Høvi var onkur av gyltu sigrunum hjá fótbóltsliðnum GÍ, sum í fleiri ár spældi týðandi leiklut í føroyskum fótbólti.
Tað eru nøkur ár síðani.
Men meðan GÍ ikki hevur klárað at vunnið stórvegis gull til bygdina í nøkur ár, so kunnu gøtufólk fegnast um aðrar stórar hendingar.
Og hóskvøldið var aftur floytað í bygdini.
Tá kom Eivør Pálsdóttir heim úr Íslandi, har hon hevði vunnið tvær tónleikavirðislønir, og í Gøtu høvdu tey tí eina móttøku fyri henni.
Tað er serliga á tónleikaøkinum, at gøtufólk hava verið framúr seinastu árini, og størsta stjørnan á tí økinum er uttan iva Eivør Pálsdóttir.
Tóku ímóti á flogvøllinum
Longu á flogvøllinum í Vágum vóru tey fyrstu fegnu fólkini ímóti Eivør. Familja og vinir høvdu leigað ein buss, og tá ið flogfarið setti seg í Vágum, fekk Eivør eina hjartaliga móttøku.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, handaði Eivør eitt blómutyssi, og tað hevur hann áður roynt, tá ið serlig føroysk avrik hava verið á skránni.
Í Gøtu var móttøka í Losjuni, og har vóru eini 200 fólk inni á gólvinum. Gøtu kommuna bjóðaði kaffi og køkur, og lagið var gott millum tey mongu fólkini, sum vildu heiðrað Eivør.
Leggja verðina undir seg
Borgarstjórin í Gøtu helt røðu fyri Eivør, og hon segði millum annað, at gøtufólk vóru errin av henni.
? Á ein hátt standa vit so ovfarin av, at ein ung gøtugenta kann fara til Íslands, verða har yviri í so stutta tíð og gera seg so galdandi, sum tú hevur gjørt. Og tó, so eru vit ikki so ovfarin hóast alt, tí vit, sum hava fylgt tær í nøkur ár, vita, at tað býr ein stór songkvinna í tær, segði Halltóra Ranghamar.
? Tú vanst tíðliga øll hjørtuni í Gøtu við tíni songrødd, skjótt vanst tú hjørtuni í Føroyum, og nú hevur tú vunnið øll hjørtuni í Íslandi. Tú stendur á gáttini til at leggja stóru verð undir teg tónleikaliga.
Borgarstjórin handaði Eivør ein kekk sum gávu frá kommununi og gøtufólkum annars.
Avirkað nakað stórt
Stjórin í Kaupthing Føroyar slapp eisini fram at mikrofonini, og hann greiddi frá, at tá ið Kauphting kom til Føroya, gjørdu tey av, at tey skuldu lata einum føroyskum listarfólki eini peningagávu.
Tað gjørdist Eivør Pálsdóttir, sum fekk tær hálvthundraðtúsund krónurnar frá Kaupthing, og tað helt Petur Holm var eitt gott val.
? Tú hevur avrikað nakað stórt, og tí eru vit fegin um at kunna stuðla tær einaferð afturat, segði hann og gav Eivør ein kekk.
Tá ið Eivør skuldi takka fyri góðu ynskini, helt hon fyri, at hon dugdi ikki at tosa soleiðis til fólk.
? Tað bilar einki, um tú ikki dugir at snakka. Tú dugir at syngja, var onkur skjótur at svara.
Breyt samrøðuna av
Eivør ætlaði sær ikki at fara til Íslands, tá ið tónleikavirðislønirnar vóru lætnar mikukvøldið, men tónleikararnir í bólki hennara meira ella minni noyddu hana yvir ? og tað skuldi vísa seg at vera eitt gott hugskot.
Familjan var eftir í Føroyum, og tey fylgdu handanini yvir internetið, og frammanfyri einum lítlum telduskíggja á einum kamari í Gøtu upplivdu tey stóru løtuna úr Íslandi.
Tá ið Eivør vann fyrstu virðislønina, ringdi familjan yvir at gratulera hana, men alt í einum breyt Eivør bara samrøðuna av. Tað skiltu tey einki av. Men tey vóru fegin, tá ið tað gekk upp fyri teimum, at Eivør júst hevði vunnið eina virðisløn afturat!
Og hóskvøldið var tað sjón fyri søgn, at Eivør er ikki bara stjørnan hjá føroyingum ella íslendingum.
Hon er eisini ein ung bygdagentan úr Gøtu.