Íslendski føroyavinurin Jens Guð hevur júst verið í Føroyum á G! festivali og skrivar jaliga um tiltakið í Frettablaðnum undir yvirskriftini; Skinkufeit festival.
Hann veit annars at siga úr Íslandi, íslendingar framvegis fegnir læna Eivør Pálsdóttir og meta hana sum eina av sínum egnu. Kanska gleðiligt, men tó metir Jens, at hetta er eitt sindur løgið.
Eivør er nú við á eini savnsfløgu, ið nevnist Íslendsku divurnar. Ein nýggj fløga nevnist eisini Acoustic Iceland har 20 av teim best umtóktu sangarunum í Íslandi luttaka við akkustiskum løgum. Har eru t.d. Bubbi, Rómeo og Júlia, Eivør við Við gengum tvø.
Jens er Eivør fjeppari um ein háls, og tað kennist honum eitt sindur løgið, at íslendarar soleiðis læna føroysku Eivør til eina fløgu, nevnd Acoustic Iceland.
Lærari
tað nýggjasta er, at Eivør nú fer at royna seg sum lærari í sangi. Songskúli Mariu og Siggu, ein skúli fyri ungar sangarar, lýsir nú við, at Eivør er ein av lærarum teirra hendan komandi veturin.
Tær siga við Jens Guð, at Eivør er ein av størstu sangarum í dag, hon hevur tað tær nevna klassiska bakgrund, og tær vilja fegnar, at næmingarnir sleppa at nema sær kunnleika frá teim bestu innan popptónleikin. Eivør skal taka sær av tannáringum, ið longu hava roynt seg innan popptónleikin.