Eivør verður á Frigg

– Eitt av føroysku høv­uðs­nøvn­u­num á ársins Frigg Fest­ivali, er føroyska song­drotningin Eivør Pálsdóttir. Eivø­r heldur, at Frigg kann gerast ein spennandi pallur fyri teir norðatlantisku bólk­­a­rnar­, sigur Frigg í tíð­inda­skrivi.­

Nú eru bert smáar 14 dagar, til Frigg Festivalinum fer av bakkastokki í Kong­ens Hava. Ein teirra, sum er ógvuliga spent uppá fest­i­valin, er føroyska song­stjørnan Eivør Pálsdóttir.
– Eg haldi, at Frigg er eitt spennandi átak, og kann gerast eitt gott sam­lings­punkt fyri tón­leik­arar frá Føroyum, Ís­landi og Grønlandi. Her í Keypmannahavn búgva jú nógvir ís­lend­ing­ar, føroy­ing­ar og grøn­lend­ing­ar, og eg eri vís í, at festi­val­urin verður væl vitjaður, sig­ur Eivør.
Eivør hevur framført nógv í kring heimin sein­astu árini, og eingin ivi er um, at Eivør hevur stóran fjepp­araskara ­í Føroyum, Dan­mark, Íslandi og nógva aðra­staðni við.
– Eg haldi tað kann hava stóran týdning fyri ungar, up­comming bólkar, at teir fáa ein basa sum Frigg at miðja ímóti. Hetta kann gerast ein máti at fáa sín tón­l­eik út um Føroyar, heldur Eivør.
Eivør hevur fyri stuttum vitja í Íslandi, og her vóru tey mong, ið gleddu seg til Frigg Festivalin.
– Fleiri søgdu við meg í Ís­landi, at tey ætlaðu sær á Frigg, og serliga var tað íslendski bólkurin Kaleo, sum varð nógv umrøddur har, greiður Eivør frá.
Fríggjakvøldið 9. mai klokk­an 19.00 fer føroyska song­drotningin á pall í Kongens Hava, og hon lovar eitt brak av einari konsert.
- Eg havi mín dreymabólk við mær á Frigg, og eg ætli mær at spæla nógv løg av fløguni "Room", og so sjálvandi nøkur eldri løg eisini, sigur Eivør.