Heldur enn at skriva til Sosialin, so hevur Eivind Jacobsen valt at verja seg á Vágaportalinum, har hann í grein fullkomiliga flytir fokus frá veruliga trupulleikanum, sum er, at hann hevur verið ein dýrur drongur – fyri landskassan í øllum førum.
Sosialurin hevur bara staðfest, at landskassin hevur mist um 100 milliónir krónur upp á fólk, sum ikki hava megnað at goldið landskassanum ta mvg-upphædd, sum tey eru sloppin at krevja inn. Tað merkir, at tey hava brúkt pengarnar hjá landinum til annað endamál.
Sambært Eivindi Jacobsen, so skuldi Sosialurin ikki havt kunngjørt hendan listan við hesum feløgum, sum hava kostað skattgjaldarunum hesar 100 milliónir krónurnar.
Eivind Jacobsen sigur, at Sosialurin átti at komið við eini umbering til Árna Gregersen og løgmann, sum hava fingið ávikavist slaka millión og slakar 300.000 krónur av hesi avskriving hjá Taks.
Vit skilja væl, at tað er flóvisligt, at slíkt kemur út alment. Men sum fjølmiðil er tað okkara skylda at upplýsa, hvussu landið brúkar skattakrónurnar.
Men hví serlig atlit skulu vísast stjóranum á Dimmalætting og løgmanni, skilja vit als ikki. Her skuldu heldur verið skerpandi umstøður, tá ein fjølmiðil kemur í slíka støðu – og ikki minst tá landsins hægsi maður kemur í slíka støðu. Tí hetta hevur nakað við álit at gera.
Sambært vinnuvitan.biz, so er Eivind Jacobsen knýttur at 15 partafeløgum, sum er strikað úr skrásetingini og einum virknum felag.