Eivindur livir sum hindu

Fyri sjey árum síðani fór Eivindur í Gongini ein feriutúr til India, men gloymdi alt um, at hann hevði ein ferðaseðil heimaftur.
- Eg hevði stutt sagt funni alt tað, eg so leingi hevði leitað eftir - onki annað hevði týdning beint tá, sigur Eivindur, sum síðani hevur livað sum hindu. Men Eivindur biður framvegis Faðirvár

Vit eru uppi á loftinum í Smiðjuni í Lítluvík. Eivindur í Gongini er í ferð við at taka nakrar málningar niður av veggunum og seta teir til viks. Seinastu dagarnar hava fólk havt høvi at síggja rættiliga sermerktu og óvanliga litføgru málningar hjá Eivindur her í Smiðjuni. Og tað er eisini orsøkin til, at tvær smáar skálir, ein banan og ein kokosnøt liggja á gólvinum í einum horni.
- Har offri eg til gudarnar og brenni roykilsi og myrra. Tað reinsar luftina og opnar sinnið hjá teimum, sum koma at hyggja. Vónandi hevur tað hjálpt, tí mínar myndur eru jú so nógv øðrvísi, enn tað, fólk vanliga síggja í Føroyum.
Øðrvísi
Eivindur er sannførdur um, at tað er lyndið í okkum, sum ger av, hvat vit síggja. Eftir hansara tykki eru føroyingar sera daprir í sinninum, í mun til eysturlendingar, og tí mála so nógvir føroyingar tungar og myrkar málningar.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað er trupult hjá einum tungum sinni at vera opið fyri sovorðnum liteksplosiónum, sum mínir málningar eru. Teir krevja, at tú brúkar allar tínar sansir, men føroyingar hava lyndi til at ganga við einum tungum loki á sínum kenslum. Teir skulu eisini allatíðina ansa eftir ikki at traðka við síðuna av, tí í Føroyum er tað so øgiliga lítið pláss fyri teimum sum eru øðrvísi, sigur Eivindur, sum veit, hvat hann tosar um. Sjálvur hevur hann altíð verið annarleiðis, og fólk í býnum tóku tí frástøðu frá honum.
- Slíkt hendir ikki, tí fólk eru ónd, men tí tey eru bangin fyri tí ókenda. Fólk kendu ikki sannleikan um meg, tí tey gittu í staðin fyri at spyrja. Hvør eg veruliga eri sum persónur, fingu tey ikki at vita, fyrr enn einaferð eg fekk møguleika at vera við í sendingini ?Tilvera? hjá Armgarð Arge. Eg valdi at vera so erligur, sum gjørligt, og síðani tað havi eg onki merkt til, at fólk hyggja skeivt at mær. Tey halda meg uttan iva framvegis vera løgnan, men tey hava góðtikið meg, sum eg eri. Og nú elski eg at koma heim aftur til Føroyar at vitja, sigur Eivindur, sum seinastu sjey árini hevur havt bústað í Goa landslutinum í India.
Spardi børnini
Eivindur hevur altíð verið hugtikin av India og serliga Hinduismuni. Longu sum 14 ára gamal sat hann og granskaði bøkur um eysturlondini og teirra religiónir, og var rættiliga bergtikin av allari hippierørsluni og The Beatles, sum javnan ferðaðust til India at leita sær ráð og vegleiðing frá sínum guruum.
- Sjálvt um eg inniliga ynskti sjálvur at sleppa til India, bleiv tað ongantíð til nakað tá. Uttan iva hekk tað saman við øllum ræðusøgunum, man hoyrdi um rúsevni og hvussu nógv komu illa fyri av hesum ferðunum í India. So mínir Indiadreymar vórðu verandi í hugaheiminum, og eg varð verandi í Føroyum.
Eivindur gjødist í staðin blómudekoratørur og fekk seinni trý børn við eini føroyaskari kvinnu. Sum frá leið treivst Eivindur tó hvørki í parlagnum ella á arbeiðsplássinum. Hann flutti tí til Danmarkar, har hann tók eina listarlig útbúgving og undirvísti í at mála. Hann royndi at halda sambandið við børnini heima í Føroyum við líka, men tað gekst illa, tí hann og fyrrverandi dáman høvdu ilt við at tosa saman. Árini gingu, Eivindur gjørdist abbi, men sum tíðin gekk, píndi tað hann meir og meir, at hann ikki slapp at vera meir fyri síni abbabørn, og at tey øll ikki kundu hava størri gleði av hvørjum øðrum.
- Tað eina árið kom eg so við tí hugskoti, at vit øll hildu jól saman. Tíverri høvdu eg og fyrrverandi dáman framvegis ilt við at semjast. Tí gjørdi eg heldur av at sleppa mær langt burtur fyri at spara abbabørnini fyri at skula velja, hvønn tey skuldu halda jól saman við. So eg fór inn á eina ferðaskrivstovu, og bað tey senda meg so langt burtur, sum til bar. Tað eina staðið, tey nevndu, var Goa í India. Dagin eftir sat eg í flogfarinum á veg til India við einum returferðaseðli, og skuldi eftir ætlan heimaftur tríggjar vikur seinni.
Fekk fýra børn
Komin til Goa, kom Eivindur í samband við ein álvarsliga sjúkan mann, sum bjóðaði honum at búgva hjá sær. Eivindur tók av, tí hann vildi fegin hjálpa manninum og fekk samstundis møgu-leika at uppliva tað ?sanna? India. Hann hjálpti hjúnunum við at dyrka lítla jarðarstykkið, tey høvdu, og skjótt gjørdist Eivindur ein partur av familjuni. Tí var tað nátúrligt og í tráð við hinduistiskan sið, at Eivindur fekk ábyrgdina av teimum fýra børnunum, tá maðurin doyði av sjúkuni og kona hansara eisini doyði stutt eftir.
- Eg ivaðist ikki í, at hetta var mín lagna, mítt Karma, sum hinduar kallað tað. Eg var jú farin heiminífrá, tí eg ikki slapp at vera saman við mínum abbabørnum, og innast inni var tað jú framvegis teimum, eg leitaði eftir. Tí mátti tað sjálvsagt vera ein meining í, at eg nú hevði fingið ábyrgdina av fýra indiskum børnum, sum høvdu brúk fyri mær.
Eivindur varð tí verandi í India. Ferðaseðilin heimaftur hevði hann langt síðani gloymt alt um, men eitt ár seinni fór hann aftur til Danmarkar at gera sína útbúgving í listapedagogikki lidna. Hann vildi fegin brúka sína útbúgving í India, har hann sá, at tørvur var á slíkum. Í dag heldur hann skeiðir fyri ungfólki í at mála og tekna í umráðnum, har hann býr nú, eftir at hann flutti frá sínum indisku børnum.
- Eg flutti, tá tann elsti sonurnin giftist, tí eftir hindu siðvenju skal elsti sonurin taka sær av teimum eldru í familjuni, eftir at hann er giftur. Ta ábyrgdina vildi eg ikki leggja á hann, tí eg eri frískur og ongum nýtist at kenna sær ábyrgd av mær. So eg keypti mær eini hús úti við strondina, har eg búgvi nú.
Altíð Gud við
Tá Eivindur flutti til India, valdi hann eisini at liva í tráð við hinduistiskan livihátt. Hetta merkir tó ikki, at hann avnoktar sína kristnu trúgv. Hana hevur hann altíð við sær, har hann fer, og hann biður framvegis faðirvár.
- Hinduisman er ikki ein trúgv, tú kanst konvertera til ella smoyggja av tær. Antin ert tú føddur sum hindu, ella ert tú ikki, men tú kanst taka teirra livihátt til tín, og tað havi eg valt at gera. Tann hinduistiska og mín fatan av trúgv er, at tú tekur tað, tú kanst brúka, til tín og letur restina liggja eftir, sigur Eivindur og leggur afturat, at verulig trúgv er individuell og ikki eitt liðugt sett av reglum, tú kanst smoyggja yvir høvdið á fólki. Hugurin og trongdin at trúgva má koma innan úr menniskjan-um sjálvum.
- Tað er kanska trupulleikin í Føroyum. Her tykist trúgv í stóran mun at vera ein máti, øll mugu bera seg at uppá, tí tað stendur í Bíblinuni. Tí síggja vit eisini øll hesi lesararbrøvini, har fólk brúka Bíbliuna til at sláa onnur í høvdið við. Hinduar trúgva hinvegin, at Gud býr inni í okkum sjálvum, og at øll menniskju innast inni ynskja at hjálpa øðrum menniskjum. Tí skilja tey eisini í stóran mun heilagu skriftina sum eina vegleiðing í, hvussu vit kunnu vera nakað fyri onnur, so vit fáa eitt betri lív.
Sum hindu livir Eivindur eitt lív, har Gud er við allatíðina og allastaðni. Templið er altíð opið, um hann hevur brúk fyri tí, og sjálvur mediterar hann tríggjar tímar hvønn dag fyri at koma tættari at Gudi. Fyri hann er trúgvin ikki nakað, tú tekur fram til serlig høvi ella millum 11 og 12 sunnumorgun. Hendan munin merkir hann væl í Føroyum, men eisini har hann býr.
- Beint við, har sum eg búgvi, liggur ein katólsk kirkja. Tá katolikkarnir ganga framvið hjá mær á veg til messu, hava tey hug at fílast á, at eg kanska standi og gravi í havanum og biða meg heldur koma við sær. Eg havi onki ímóti katolikkum, men eg dugi ikki at síggja, hví eg skal fara til messu, tá eg havi Gud við í hjartanum, meðan eg gravi í havanum.
Lívið og rukkutu klæðini
- Eg havi funni frið við meg sjálvan, tí eg veit, at svarini uppá mínar spurningar til lívið finnast inni í mær sjálvum, sjálvt um vegirnir til tey eru ymiskir. Allir mínir málingar ímynda hesa áhaldandi leitan, sum vegir, ið onkuntíð eru smalir, aðrar tíðir breiðir, krókutur ella onkuntíð steðga og byrja aftur eina heilt aðrastaðni. Soleiðis er lívið, fløkt at síggja til, men kortini so ótrúliga einfalt, tí svarið liggur altíð beint fyri nøsina á tær, sigur Eivindur og leggur afturat, at orsøkin til, at Vesturlendigar oftast fata lívið sum eina stóra fløkju, er tí teir leita altíð eftir svarinum onkra aðrastaðni, enn har tað er at finna.
- Fólk undrast altíð yvir, hví hesi indisku klæðini, hinduar ganga í, altíð eru so rukkut. Tað man væl ikki vera, tí tey sova í teimum?, gruna tey og gera so í staðin av, at tað má hava okkurt við tilfarið og vevingina at gera.
- Men nei, klæðini vit ganga í, eru so rukkut, tí vit sova í teimum. So einfalt er tað, og so einfalt er lívið, sigur Eivindur smílandi.