Eitt fullkomiliga fullsett Norðurlandahús var karmur um framførsluna hjá Eivør og Aldubáruni í dag. Ein framførsla har nøkur av okkara allar dugnaligastu samstarvaðu.
Tað er Tróndur Bogason, ið hevur sett tónleik, fyrst og fremst av Room fløguni hjá Eivør, út til Aldubáruna, og til Sinfóníuhljómsveit Norðurlands, ið hon spældi somu konsert saman við í Íslandi í síðstu viku. Tróndur spældi eisini sjálvur tangentar og elektronikk, sum partur av bólkinum hjá Eivør, ið annars var mannaður av Mikael Blak á bassi, ymiskum tangentum og elektronikki, Magnus Johannesen somuleiðis á tangentum og ein sera tendraðan Høgna Lisberg á trummum. Eivør spældi sjálv gittar. Aldurbáran var mannað við 8 strúkarum, 6 blásarum og einum slagverksleikara.
Room er ein sera atmosferisk fløga við sterkum kenslum í nærum øllum løgum, og tað inniligu strúkararnir og følnir blásarar eru ómetaliga vælegnaðir at styrkja hesar kenslur. Blandið millum tað akkustiska og tað elektroniska gjørdi ljóðmyndina modernaða, men við nógvum hita, og mest av øllum so ómetaliga behagiliga.
Vit komu gjøgnum løg sum Green Garden, Far Away, Room, Rain, Boxes, True Love og Wake Me up, umframt gomul løg sum Eg veit, Elisabet og Eliborg og Trøllabundin, men eisini tvey nýggj løg, Tá tú ert nær og Remember me, tann fyrri av hesum ein kærleikssangur og tann seinni íblástur av lívinum hjá Marilyn Monroe.
Lógvabrestirnir mundu ongan enda tikið, tá Eivør, hennara bólkur og Aldubáran bukkaðu seinastu ferðina, og fóru av pallinum. Tað kendist sum løtan hevði verið so sera stutt, hóast konsertin vardi meira enn ein tíma. Tíðin flýgur, tá man hugnar sær verður sagt, og vit hugnaðu okkum.