Eivør Pálsdóttir er líka kend í Íslandi, sum hon er í Føroyum. At so eisini er kend aðrastaðni, lata vit liggja hesaferð.
Árliga er hon í Íslandi og heldur jólakonsert, og soleiðis var eisini í ár.
- Jólakonsertirnar í Íslandi eru við árunum blivnar ein siðvenja. Hetta byrjaði, tá eg sum 17 ára gomul flutti til Reykjavíkar og ofta var boðin við sum gestur á ymsum jólakonsertum, ið vóru hildnar har, sigur Eivør.
- Eftir at eg so flutti úr Íslandi 5 ár seinni, helt hettar áfram, og eg varð boðin við til tær ymsu konsertirnar. Hesum møguleikanum tók eg sum oftast av, serliga fyri at koma ein túr til Íslands og heilsa uppá góðar vinir og familju eg havi har uppi, sigur Eivør Pálsdóttir.
- Fyri nøkrum árum síðan avgjørdi eg at spæla mínar heilt egnu jólakonsertir har, og tað havi eg so gjørt í nøkur ár. Í ár spældi eg fyri fyrstu ferð í flottu Eldborg í Hørpu. Tað var ein stór løta at frammføra fyri fullsettum sali í einum av flottastu konserthúsum, eg havi verið í. Eg hevði mín bólk úr Føroyum við, ið er settur saman av Mattias kapnas, Per I. Højgaard Petersen og Mikael Blak. Eg spældi bæði jólaløg, og eisini løg av seinastu plátuni, SEGL, og so hevði eg eisini nakrar føroyskar loynigestir við - Sway og Elinborg. Umframt tað var Ásgeir Trausti eisni við sum gestur á konsertini, og tað var nakað heilt serligt at syngja saman við honum, sigur Eivør Pálsdóttir.
Myndina tók Mummi Lú Ljósmyndari, og á fecebook vanganum hjá Eivør eru fleiri myndir frá konsertini at síggja