4. desember vitjar Eivør spælistaðið í Tórsgøtu, tá hon og Mikael Blak koma til Føroyar sum duo. Seinastu tvey árini hevur Eivør turnera um stóran part av Europa sum duo saman við Mikael Blak. Men hetta er fyrstu ferð, at tey fara á konsertferð sum duo í Føroyum.
Samstundis endar tónleikaferðin við fløguni Room. Løgini, ið verða framførd, verða soleiðis fyrst og fremst av seinastu fløguni, men áhoyrararnir fáa eisini ein lítlan brellbita av tí komandi, tí Eivør hevur júst verið í upptøkuhøli og tikið upp fløguna Bridges.
Bridges kemur út 27. februar 2015. Konsertin er altso ikki ein jólakonsert, men eftirsum jólini nærkast, kann okkurt jólalag snýkja seg inn í skránna.