Eivør spælir tvær Hoyma konsertir á G!Festivalinum, har hon og Mikael Blak framføra akkustiskt fyri 50 fólkum hvørja ferð.
- Eivør eigur at spæla á G!. Størsta songrøddin, ið Gøta hevur fostrað, man teljast millum tær størstu songkvinnur føroyingar nakrantíð hava átt. Tí er einki meira nattúrligt enn, at Eivør spælir á festivalinum í heimbygdini. Hetta var nattúrligt, tá hon fór á pall við Clickhaze á allar fyrsta G!Festivalinum og hevur verið tað so ofta síðan tá, siga fyrireikararnir av G!Festivalinum.
Í ár verður upplivingin tó uppaftur meira serstøk, tí ístaðin fyri sítt vanliga pláss á høvuðspallinum, spælir Eivør tvær Hoyma konsertir í hugnaligu stovuni hjá Juliu Lamhauge í Gøtu.
- Tá G!Festivalurin skipaði fyri Hoyma í vetur, bar ikki til hjá Eivør at luttaka, hóast hon sera fegin vildi. Tí ynskti hon at nýta hetta høvið at spæla undir hesum hugnaligu og tøttu karmum. Har sambandið við áskoðararnar er nakað heilt serligt, siga fyrireikararnir.
Hvør konsertin varðar umleið ein tíma og pláss er fyri 50 fólkum til hvørja konsert.