Ein nýggj kanning av málinum í donskum bløðum vísir, at Ekstra Blaðið hevur fægst málvillur. Samanumtikið hava bløðini tó fleiri málvillur enn fyri 10 árum síðani
Við bert 1,7 villum fyri hvørji 1000 orð klárar Ekstra Blaðið seg best í eini kanning av málinum í donskum bløðum, sum tíðarritið Mål og Mæle hevur gjørt.
Sambært kanningini eigur Berlingske Tidende metið í flest málvillum við heili 9,2 villum fyri hvørji 1000 orð.
Kanningin byggir á rættlestur av øllum greinum í útvaldum útgávum av Ekstra Bladet, Information, Weekendavisen, Berlingske Tidende og Universitetsavisen.
Rættlesturin umfataði stavseting, teknseting, nýtslu av apostrof og slagvillur
Í miðal høvdu bløðini 6,9 villur fyri hvørji 1000 orð, ið er nakað fleiri enn í 1996, tá Mål og Mæle seinast gjørdi eina líknandi kanning.