- Sum ein liður í okkara støðugu stremban eftir at veita kappingarførar tænastur á øllum teimum økjum, el&tele veitir tænastur á. (el-tele og internet), eru vit nú komnir við nýggjum breiðbandstilboðum til privatkundarnar, sigur Rasmus Magnussen, stjóri í el&tele í tíðindaskrivi.
- Vit hava lagt dent á at hava teir bestu prísinar til tey, sum hava eina skynsama internetnýtslu, sigur hann.
Í internetpakkunum frá el&tele eru stórar mongdir av fríari ferðslu, og so verður tað ókeypis hjá teimum størru pakkunum at verða á netinum frá leygardegi kl 14 til mánamorgun kl 06.
Tann minsti pakkin kostar 195 kr um mánaðin við 275 MB fríari ferðslu og tann størsti kostar 575 kr við 5000 MB fríari ferðslu.
Nærri fæst at vita á www.eltele.fo
- Breiðbandstænastan hjá el&tele eitur ET-Net, og veita vit tænastur í Tórshavn og pørtum av Skálafjørðinum, sigur Rasmussen.