Tað er Heðin Zachariasen, sum hevur koyringina fyri Bussleiðina í Tórshavnar kommunu, og millum teir tilsamans 20 bussarnar, sum hann brúkar í tænastuni fyri kommununa, eru eisini tveir el-bussar.
Hesir eru royndir síðan tíðliga í fjør summar.
Báðir el-bussarnir koyra á Leið 4, sum hon verður rópt. Teir byrja sína rutu á Glasi, og rutan endar aftur á Glasi. Tá bussarnir koma av Glasi og út á høvuðsvegin, fer annar til vinstru og hin til høgru.
- Nógvir skúlanæmingar brúka hesar bussarnar, men teir verða eisini brúktir av nógvum øðrum, sigur Heðin Zachariasen, sum vísir á, at el-bussarnir onkuntíð eru brúktir á øðrum leiðum onkrar leygardagar og sunnudagar.
El-bussarnir hava riggað væl, og Heðin Zachariasen hevur verið ovfarin av, hvussu leingi teir kunnu koyra við einari løðing, og hetta er væl meira, enn hann hevði væntað.
- Vanliga hava bussarnir koyrt í tveir dagar við einari løðing, men tá skal sigast, at veðrið hevur verið gott ein stóran part av tíðini.
Heðin Zachariasen sigur, at sjálvandi hevði hann væntað, at løðingin fór at gerast ódúgvari í vetur, tá kuldin kom, men hóast vit longu nú hava havt liggandi kalt veður í longum tíðarskeiðum, er løðingin framvegis eingin trupulleiki.
- Vit hava hoyrt um trupulleikar við el-bussum og battaríum í londum, har nógvur kuldi er, men viðurskiftini í Føroyum, her vit hava nøkur fá kuldastig, kunnu ikki samanberast við tey 15-25 kuldastigini aðrastaðni.
Heðin Zachariasen sigur, at niðurstøðan higartil er, at kuldin, sum verið hevur, ikki hevur verið nakar trupulleiki, og tað hevur borið væl til at koyrt við báðum el-bussunum higartil í vetur.
- Vit valdu tey størstu battaríini á marknaðinum og soleiðis, sum tað hevur verið í vetur, hava battaríni slett ikki verið nakar trupulleiki, sigur hann.