Eld í reyvini

Klumma

Seinastu vikurnar havi eg bókstaviliga havt eld í reyvuni. Okkara gamli SAAB bilur er nevnliga farin at halta, og eitt av teimum mongu brekunum seinastu tíðina er, at hitin í setrinum gekk fyri - ella rættari sagt fór frá - FOR frá ...


Fyrstu ferð tað hendi, flenti maðurin eftir mær og segði, at tað var heitt úti, og at eg gjørdi ov nóg av. Vit skiftu pláss, og eftir eina løtu við maksimalum rumpuhita var hann ikki so errin.


Rumpuhitin gjørdist dropin - nú var nokk við dýrum rokningum frá bilverkstaðnum. Maðurin fór á veiðiferð - fyrst út á internetið og síðani til bilhandlarnar. Volvo V70, Toyota Avensis, Toyota Verso, Hyundai I40 og fleiri aðrir vóru kannaðir, og eg var noydd at lata sum um, at eg var áhugað og siga okkurt klókt, so at hann og seljarin ikki løgdu merki til, hvussu tristir eg haldi, at bilhandlar eru.


Á arbeiðsplássinum hitti eg blaðstjóran fyri einum av størstu bilbløðunum í Norðurevropa - Auto, Motor & Sport. Hann greiddi frá, at eg eri ikki einsamøll. Av øllum teirra lesarum eru 95% mannfólk og bara 5% konufólk. Í Fraklandi hava tey gjørt royndir at gera eitt bilblað fyri konufólk, men tað var niðurlagt eftir stutta tíð.


Synirnir spæla við bilar frá tí, at teir fáa eygu, og tá teir fingu dukkir at spæla við, søgdu tær "bruuummm", og dukkuvognurin hevur langt síðani givið upp, tí hann konstant var brúktur sum raserabilur...


Kanska er bilurin tann síðsti mannligi skansin? Ella fari eg skeiv? Er tað eitt heilt ættarlið av diddum harúti, sum leingjast eftir at gerast bilmekanikarar?


Sjálv eri eg glað, at bilurin er keyptur - ein Toyota Verso - og at rumpan sleppur frá at blíva til grillað flesk, næstu ferð eg fari út at ralla!