Eldborg Fisk í gongugøtuni við fiskavørum

Seinastu trý árini hevur Jenny Olsen hjálpt Óla Johansen, sum eigur og rekur Eldborg Fisk, og aftur í dag stendur hon í gongugøtuni í Havn við góðum fiskavørum.

Tað skapar hugna í miðbýnum í Havn, tá okkurt serstakt er í gongugøtuni, og soleiðis hevur verið nógvar fríggjadagar seinastu árini, har Eldborg Fisk hevur selt burturav sínum góðu fiskavørum.

 

Óli Johansen á Tvøroyri - eisini róptur Suðringurin - eigur og rekur virksemið, sum húsast í góðkendum hølum við Sjógøtu 135 á Tvøroyri. Aftrat sær seinnu árini hevur hann havt Jenny Olsen, sum býr í Sandvík.

 

Jenny Olsen heldur fyri, at tað er stuttligt at møta blíðum fólki ein góðan dag í gongugøtuni í Havn, og hon leggur aftrat, at tey altíð eru væl móttikin, tá tey eru norðanfjørðs við bilinum og fiskavørunum.

 

- Í dag havi eg góð kalvastykki, og eg havi eisini beinfríar kalvakotolettir. Her eru kjálkar, bæði feskir og saltaðir, og eg havi spannir við saltkjálkum.

 

Eldborg Fisk hevur eisini lippur og nakað av hýsustykkjum, og her er nakað av turrum tvøsti og saltaðum spiki.

 

Øll vøran hjá Eldborg Fisk verður virkað í heilsufrøðiliga góðkendum hølum, og fyritøkan hevur eisini ein góðkendan kølibil.

 

- Eg havi hjálpt Óla Johansen í eini trý ár, men nú hann er í Danmark, standi eg einsamøll í gongugøtuni. Eg ætli mær at standa her til umleið kokkan 17, tá eg pakki bilin og fari umborð á Smyril, sigur Jenny Olsen.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vøran hjá Eldborg Fisk verður virkað í góðkendum hølum, og fyritøkan hevur eisini ein góðkendan kølibil.