Upptakt
Í B36 hava tey í vetur gjørt nógv burturúr, at hóast liðið hevur mist onkrar heilt stórar profilar, so er hópurin í ár væl breiðari, enn hann var tað í fjør. Nakað sum skuldi borgað fyri, at liðið í størri mun er ført fyri at standa seg ímóti fráveru av stuðulsleikarum, og longu fyrsta umfarið skal liðið upp til eitt slag av próvtøku í so máta.
Landsliðsveteranar úti
Fleiri av teimum, sum annars mugu roknast millum álitini á liðnum, eru nevnliga burturi frá við skaða í løtuni. Nøvn sum Jens Kristian Hansen, Jóhannis Joensen, Allan Mørkøre og John Petersen eru avgjørt leikarar, sum høvdu verið fastir fúsir á flestu liðum í landinum, men eingin teirra verður so við sunnudagin.
Fram til hóskvøldið var annars ein vón um, at John Petersen kundi verða tøkur, men í samráð við fysioterapeturnar varð avrátt, at tað ráðiligasta var at bíða enn eina viku.
Tað merkir so við øðrum orðum, at B36 má royna seg við eitt sindur yngri kreftum, og í steypakappingini hevur hetta so ikki verið tann heilt stóri trupulleikin. Serstakliga tí liðið í verjupartinum tykist hava hópin av leikarum at seta inn. Og at verjan ? hóast omanfyristandandi fráveru ? helst fer at telja Egil á Bø, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen og Kenneth Jacobsen borgar frá eini góðari breidd. Hvussu liðið so mannar álopspartin uttan John Petersen, er eitt annað mál, og her kundi tað bent á, at talan verður um eina uppstilling við Bárði Mortansson og dos Santos í álopinum.
Strævin dystarskrá
Í EB/Streymi mundu tey puffa nakað, tá tað stóð greitt, hvussu landskappingin varð løgd til rættis.
B36 úti, HB heima og KÍ úti eru í øllum førum dystir, sum kunnu skapa ótta fyri eini strævnari byrjan, og tá ein útidystir móti HB í steypakappingini so eisini stendur á skránni, tykist byrðan á ongan hátt at gerast lættari.
Hinvegin, so kann eisini hugsast, at hetta kann virka til at geva samansetta liðnum eina frálíka byrjan. Í fjør vunnu teir báðar landskappingardystirnar móti B36. Teir hava vanliga sera góð úrslit á heimavølli móti HB, og tó at teir í fjør taptu greitt fyri KÍ, so hava klaksvíkingar eisini nøkur ring minni um EB/Streym.
Tí er als eingin orsøk hjá leikarunum at fella í fátt longu undan dystinum, og tað munnu teir sum so heldur ikki gera. Einasta ivamálið undan vikuskiftinum hevur Verið Jákup Martin Joensen, men tá vit frættu, varð tó roknað fyri víst, at hann fór at verða tøkur.
Og so er spurningurin bara, hvørt EB/Streymur aftur í ár skal skelka høgt miðandi árstalsfelagið, ella um talan hesaferð verður um sigur til liðið, sum á pappírinum tykist vera tað sterkara.