Eldraøkið í Havn mennast

Leingi hevur verið øllum greitt, at støðan við búplásum til eldri í Havn hevur verið sera trupul. Bíðilistin hevur verið langur, og mong eldri og avvarðandi teirra hava kent støðuna púra vónleysa.

Hesum kunnu vit sum samfelag als ikki liva við. Eldrarøkt er landsuppgáva fult og heilt, men landið megnar tó ikki at røkja hesa skyldu. Gjøgnum eina stuðulslóggávu hevur landið slept endanum og latið kommunurnar um at byggja ellis- og røktarheim.
Tórshavnar kommuna hevur í eina tíð fyrireika bygging av stórum ellisheimi, sum kann nøkta meginpartin av tí bráðneyðuga tørvinum. Drúgvu fyrireikingarnar eru nú loksins lidnar, og fyri meg sum forkvinnu í sosialu nevnd var tað ein stórur dagur, nú spakin varð settur í fyri Boðanesheiminum.

Boðanesheimið
Boðanesheimið er eitt framkomið ellisheim til 64 búfólk. Talan er um stóran bygning, men sum í sínum byggilistarliga skapið kennist heimligur og fjálgur.
Heimið er skipað so, at lætt er at leggja deildir saman ella at gera tær minni. Eisini búrúmini, sum eru stór og rúmlig, kunnu leggjast saman.
Ein serstøk demensdeild er eisini partur av heiminum, og serligur dentur er eisini lagdur á uttanumøkið bæði við gøtum, sansaupplivingum og trivnaði.
Eisini starvsfólkini fáa sera góðar umstøður. Har koma at starvast eini 80-90 fólk dagliga.

Avbjóðingar fyri framman
Vit nærkast jólahátíðini, og um góðar 22 mánaðir er klárt at flyta inn. Hetta er long tíð at bíða hjá teimum, sum hava alstóran tørv á búplássi. Men hetta er stutt tíð hjá myndugleikunum til at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman á eldraøkinum.
Tí tað er ein sannroynd, at Boðanesheimið loysir ikki allar avbjóðingarnar í Havn ella Suðurstreymoy. Talið av eftirløntum fólki fer komandi árini at vaksa munandi, og krøv teirra til eldratilveruna eru eisini í broyting.
Og tað er eisini ein sannroynd, at fíggjarligu karmarnir eru avmarkaðir.
Neyðugt er tí at menna tilboð, sum kunnu stuðla undir, at eldri fólk varðveita eitt gott og virkið lív so leingi sum gjørligt í egnum heimi, sum hóskar til teirra.
Her hevur tíverri gingið øvugtan veg í Føroyum. Ein orsøk er, at heimarøktartænastan hjá Nærverkinum er so nógv skerd. Onnur orsøk er, at landið hevur ikki skipað nakað grundarlag fyri bygging av eldrabústøðum øðrum enn røktarheimum.
Avleiðingin av hesum er, at skundað verður undir tørvin á røktarheimsplássum.
Alt er tó ikki negativt, tí Tórshavnar kommuna hevur í nøkur ár gingið á odda við heilsufakligari ráðgevingartænastu til allar borgarar eldri enn 75 ár. Vælumtóktu rørsluvenjingarnar í Badmintonhøllini og Fimi er partur av tænastuni.
Henda tænastan røkkur út til øll okkara eldru, og er við til at skapa betri grundarlag fyri framhaldandi virknari tilveru í egnu heimi, og harvið útseta tørvin á røktarheimsplássum.

Í egnum heimi
Tí tað er í egnum heimi, at øll vilja búgva sum longst. Tað vísa allar kanningar.
Men tað er ikki altíð, at heimið, sum man hevur búð í síni vaksnaár, er tað best egnaða til eldratilveruna.
Og her má tíverri ásannast, at verandi bústaðarsamanseting í stóran mun manglar eldrabústaðir.
Vit síggja í londunum kring okkum ymsar skipanir á hesum øki bæði við sethúsum, íbúðum og deplum, har bústaðarkostnaðurin er til at bera hjá eftirløntum fólki. Tað er fyrsta fortreyt, skal tað hava nakra meining.
Harumframt eru eisini skipanir, har røktarstarvsfólk eru knýtt at eldrabústaðnum alt eftir tørvi, men sum fyri búfólkini og myndugleikan eisini er ein væl skynsamari loysn fíggjarliga.
Hetta er sostatt til fyrimunar fyri allar partar.

Nýggj átøk ávegis
Samstundis sum endaliga avgerðin um Boðanesheimið varð tikin, hevur sosiala nevnd í Tórshavnar kommunu avgjørt at seta í gongd arbeiði at útvega fleiri eldrabústaðir, sum eru ætlaðir til tann stóra bólkin av eftirløntum, ið ikki hevur tørv á røktarheimsplássi, men á einum eldrabústaði – eitt nú íbúð á einum eldradepli við atknýttum starvsfólki til lætta røkt.
Hetta er gongd leið, men kommunan kann ikki gera hetta einsamøll.
Tað er framvegis so, at landið hevur ábyrgdina av eldrapolitikkinum, herímillum eisini, hvussu fíggjarligu fortreytirnar fyri bygging av eldrabústøðum eru skipaðar.
Her manglar landið at gera neyðugu lóggávuna, so at til ber at útvega hóskandi eldrabústaðir.
Tað skal vera mín áheitan á landið nú beinanvegin – og gjarna saman við kommununi, at fáa hetta í lag, so at kommunan, so skjótt sum Boðanesheimið stendur liðugt, kann fara undir nýggjar verkætlanir at útvega fleiri eldrabústaðir og eldradeplar.
Tí tað skal verða púra greitt, at útbyggingin og menningin av eldraøkinum í Havn steðgar ikki við Boðanesheiminum.
Gleðilig jól, øll somul.

Halla Samuelsen, býráðslimur og forkvinna í sosialu nevnd Tórshavnar býráðs