Eldrabústaðir lætta um trýstið á røktar- og ellisheim

Ein búformur millum egin hús og røktarheim kann lætta um trýstið á bíðilistum til røktar- og ellisheimspláss og harvið um trýstið á kommunukassarnar í framtíðini, tí búformurin er bíligari í rakstri, enn til dømis røktarheim.

Búskaparráðið:

 

Greitt verður frá í frágreiðingini ‘Í góðum honum’, at ein búformur millum egin hús og røktarheim manglar í Føroyum. Tá ið fólk ikki longur megna at verða í egnum húsum, er eingin annar valmøguleiki enn eldrasambýli ella røktarheim, ið eru dýr í rakstri. Til dømis kostar eitt røktarbúpláss í Roðanum yvir hálva millión krónur um árið.

 

Í frágreiðingini verður tí mælt til, at útbygging av eldraøkinum í nógv størri mun skal fevna um eldrabústaðir, tí hesin búformur kann í summum førum útseta tørvin á sambýlis- og røktarheimsbúplássi.

 

Eldrabústaður er bústaður sum er bygdur og innrættaður til fólk, sum ikki klára seg sjálvi í sínum egna bústaði. Bústaðurin er innrættaður, so tað er lætt at koma runt í honum, um búfólkini hava rørslubrek. Til dømis at bústaðurin ikki hevur trappur og gáttir, og at pláss er at koma runt í rullistóli, og at lyfta er í bygningum um hann er í fleiri hæddum. Kann vera bygt bæði til eldri fólk og til ung við rørslubreki. Búfólkini hava ikki neyðturviliga røktartørv.

 

Eldrabústaðir kunnu eitt nú gera heima- og sjúkratænastuna meira effektiva, tí minni tíð fer til flutning.

 

Harumframt kann ein búformur millum egin hús og røktarheim lætta um trýstið á bíðilistum til røktar- og ellisheimspláss og harvið um trýstið á kommunukassarnar í framtíðini, tí búformurin er bíligari í rakstri, enn til dømis røktarheim.

 

 Les meira í frágreiðing "Kommunubúskapurin og eldraøkið heystið 2025" her