Rampan á av­loys­ar­a­skipi glopp­aði eisini í 2019

Tá avloysaraskipið Prince, sum sigldi fyri Smyril, fór av Krambatanga til Havnar 25. september í 2019, gloppaði hekkuportrið eisini. Tá sum nú var tað Jens Sivar Djurhuus úr Vági, sum avdúkaði støðuna

Vit kunnu siga, at søgan endurtekur seg við opnum hekkuportri hjá avloysaraskipinum hjá Smyrli. Málið um hekkuportrið, sum skal hava staðið opið á túrinum av Havnini á Tvøroyri 1. september, hevur rættiliga sett dagsskránna seinastu dagarnar, og er nú endað á landsstýrisborði.

 

25. septmember í 2019 høvdu vit hesa søguna á in.fo, sum vit endurgeva orðarætt niðanfyri:

 

Rampan á Prince gloppaði

 

Rampan gloppaði, tá ið Prince sunnumorgunin sigldi av Krambatanga til Havnar. Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Skipaeftirlitinum, sigur, at teir sunnukvøldið tóku málið upp, og bæði skipari og reiðarí vátta, at rampan nú á hvørjum túri verður fest við spenningsskrúvum, sum krøvini eru, so at hon ikki gloppar, meðan siglt verður

 

Funnist hevur verið at nógvum ymiskum viðurskiftum umborð á nýggja avloysaraskipinum Prince, sum nú røkir Suðuroyarsiglingina, meðan Smyril er í dokk.

 

Eitt av tí, sum funnist hevur verið at, er, at rampan ikki skal hava verið heilt afturlatin, meðan siglt hevur verið teir umleið tríggjar tímarnar, sum túrurin tekur.

 

Rampan gloppaði sunnumorgunin

 

Jens Sivar Djurhuus úr Vági greiðir á facebook frá túrinum av Krambatanga til Tórshavn sunnumorgunin.

 

Hann skrivar soleiðis:

 

”Var norđur viđ Prince í morgun.

Hekkiportriđ var opiđ undir túrinum, ein útlendingur (manning) gekk nakrar ferđir runt, og hugt upp á opningin.

Tá okur komu á Glivursnes, kom ein annar av manningini (eisini útlendingur) aftur til portriđ, tosađi viđ ein annan mann, sum eg ikki sá, tá fór portriđ heilt aftur.

Virkađi sum teir koyrdu tađ aftur, áđrenn ferđafólkiđ komu niđur á dekkiđ, tí tá var ongin grund, at koyra tađ aftur, tí tá vóru okur næstan komin á molan.

Portriđ gloppađi meira í bakborđ, tađ var vingst. Ræđandi hvussi trygdin verđur sett til viks”

 

##med2##

 

Rampan fest við spenningsskrúvum

 

Hans Johannes á Brúgv sigur, at hann fekk boðini á messenger sunnukvøldið. Tá sá hann tað, sum Jens Sivar Djurhuus hevði lagt út.

 

– Vit tóku málið upp beinanvegin sunnukvøldið. Bæði skipari og reiðarí hava nú váttað, at tey fylgja krøvunum, sum millum annað eru, at rampan skal festast við spenningsskrúvum, sum krøvini til loyvið siga. Eg veit ikki, hví tað ikki varð gjørt handa túrin, sigur Hans Johannes á Brúgv.

 

Stjórin á Skipaeftirlitinum sigur, at Prince er skrásett í Limasol á Kýpros, og at skipið tí fylgir teimum krøvum, ið teir seta saman við klassanum.

 

Tá ið skipið kom til Føroya, hevði Skipaeftirlitið eitt serligt sýn, sum fylgir teimum staðbundnu sýnunum.

 

– Vit høvdu trý fólk umborð í tveir dagar, sum kannaðu, um ting riggaðu sum tey skulu, til dømis um ávaringarlampur lýsa, sum tær skulu, um samskifti gongur fyri seg á enskum, um skeltingin er røtt, og onnur líknandi viðurskifti. Stál, portur og afturlating hoyrir ikki við til hetta eftirlitið, sigur Hans Johannes á Brúgv.

##med3##

 

Vindsk rampa

 

Viðvíkjandi rampuni, so sigur Hans Johannes á Brúgv.

 

– Rampan á Prince er eitt sindur vindsk, og ein partur av loyvinum frá klassanum er, at rampan skal festast við serligum spenningsskrúvum, so hon er heilt aftur. Hesar mannagongdir eru ikki fylgdar hendan eina túrin, sigur Hans Johannes á Brúgv.

 

Hann vísir á, at tað tekur tíð at spenna rampuna, og hetta er ein av orsøkunum til, at tað tekur so leingi hjá Prince at sigla um Suðuroyarfjørð.

 

At mannagongdir ikki vórðu fylgdar tann eina túrin, heldur Hans Johannes á Brúgv ikki fær nakrar avleiðingar.

 

– Vit hava biðið um váttan frá skipara og reiðari at teir fylgja mannagongdunum framyvir, og tað hava vit fingið, sigur Hans Johannes á Brúgv.