Champions League: GOG-Magdeburg beinleiðis á DR2

Óli Mittún og liðfelagarnir møta verandi Champions League meistarunum

Klokkan 17.45 í dag verður stórdystur í Svendborg.

 

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG taka í bólki B móti verandi Champions League meistarunum, Magdeburg.

 

Magdeburg hevur fult stigatal, seks stig fyri tríggjar dystir. GOG hevur tvey stig fyri tríggjar dystir.

 

Magdeburg hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.

 

Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu síggja dystin á DR2, ið er millum rásirnar hjá Televarpinum. Sendingin byrjar klokkan 17.35.