Sheep flytur inn í Miðlon

Norðoya Sparikassi og kommunulæknar er fluttir út. Og í næstum flytur Rúsan úr handilsbygninginum Miðlon í Havn

Rúsdrekkasøla Landsins flytur í næstum úr Miðlon og yvir um vegin til Posta

Stórar broytingar hava verið og fara at verða í handilshúsinum Miðlon í Havn. SMS eigur Miðlon, og av stóru leigarunum har seinastu árini hava verið Bónus, bakaríið hjá Mylnuni, Rúsdrekkasøla Landsins og Norðoya Sparikassi, sum hevur verið í Miðlon, síðani húsið varð bygt.

Kommunulæknar hava seinastu árini hildið til á ovaru hæddini, men teir eru fluttir út, og í næstum flyta skrivastovur inn í tey hølini, umframt okkurt, sum hevur við fitness at gera, sigur Niels Mortensen.

Í hølini har Norðoya Sparikassi hevur hildið til flytur handilin Sheep, sum er í hølunum hjá Thomas Dam á Hálsi. SMS eigur meirilutan í tí handlinum, sum er lagdur saman við handilin Rumbul, sum er í SMS.

Enn er ikki greitt, hvør flytur inn í hølini, sum Rúsdrekkasøla Landsins hevur, men tað verður heldur ikki fyrr enn um eitt á, at Rúsan flytur út úr bygninginum, sigur Niels Mortensen.

 

Rúsdrekkasøla Landsins flytur í næstum úr Miðlon og yvir um vegin til Posta