Óli vann á Paula - Leivur og Jónas mistu sigurin í seinastu løtu

GOG vann seg víðari í donsku steypakappingini, og HC Keypmannahavn hevur enn fyrsta sigurin til góðar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Mynd: Eurohandball

Føroyingauppgerð var í donsku steypakappingini í dag.

 

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ tóku ímóti Óla Mittún og liðfeløgum hansara í GOG í áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini, ið verður nevnd Santander Cup. 

 

GOG vann dystin 32-26. GOG var flúgvandi í fyrra hálvleiki, og í steðginum var liðið av Fjóni frammanfyri við átta málum, 17-9. 

 

Lukkutíð fekk Pauli spælitíð í dag. Pauli bjargaði fimm av 21 málroyndum, meðan týski kappingarneytin, Till Klimpe bert bjargaði einari av 13 málroyndum.

 

Óli var sum altíð góður fyri GOG. Í dag skoraði Óli fimm mál upp á átta málroyndir. Óli legði eisini upp til fimm mál (assist), og vann liðnum eitt brotskast.

 

Í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hava Leivur Mortensen, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn enn fyrsta sigurin til góðar.

 

Í heimadystinum móti Tønder var HC Keypmannahavn á odda 32-31, tá fá sekund vóru eftir av dystinum. Men í allarseinasta sekundinum javnaði Kasper Andersen fyri Tønder til endaligu støðuna 32-32. 

 

HC Keypmannahavn hevur tvey stig fyri seks dystir. Teir hava leikt tveir javnar og hava tapt fýra dystir. HC Keypmannahavn er triðaftast í deildini, ið merkir niðurflyting til triðbestu deildina við lokið kappingarár. 

 

 

 

Mynd: Eurohandball