Tríggir dystir eru í dag leiktir í Burn mansdeildini.
Í høllini í Vestmanna vann VÍF ein tepran 29-28 sigur á H71. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14. Í seinna hálvleiki vóru ongantíð meir enn tvey mál á muni. Tá 54 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 27-27. Heimafturvendu Óla Jákup Gaard Olsen og Áki Egilsnes syrgdu fyri, at VÍF kom framum 29-27, og tá megnaði H71 bert at svara aftur eina ferð.
Filip Jojic var við 11 málum stórskjútti hjá VÍF. Toppskjútti hjá H71 við sjey málum var Høgni Heinason.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin eisini ein tepran 28-27 sigur á KÍF. Gilli Reginsson skoraði sigursmálið við einum brotskasti í allarseinasta sekundinum. Neistin var á odda 15-14 í steðginum, og tað leikaði javnt á allan seinna hálvleik.
Gilli Reginsson var umframt at vera sigursmálskjútti, eisini toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum. Toppskjútti hjá KÍF við seks málum var Emil Nielsen.
Í høllini á Skála vann StÍF stórsigur 39-24 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru strandingar frammanfyri við átta málum, 21-13.
Trúgvi Hávardsson var við seks málum toppskjútti hjá StÍF. Tóri Ragnarsson var við fimm málum toppskjútti hjá Team Klaksvík.
VÍF er fremst í deildini við seks stigum. StÍF, Kyndil, H71 og Neistin hava fýra stig hvør. KÍF hevur tvey stig, og Team Klaksvík er aftast við ongum stigi.
HER eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá dagsins dystum í Burn mansdeildini:
##med2##
##med3##
##med4##