Partar av Noregi hava um dagarnar verið raktir av rættiligum orkanveðri, og tað var ódnin "Amy", sum herjaði.
- Ódnarveðrið "Amy" gjørdist til eina orkan, har harðastu hvirlurnar máldu upp í 62,1 metrar um sekundið.
Soleiðis skrivar norska kringvarpið, NRK, í dag. Lagt verður aftrat, at tvær av mátistøðunum høvdu orkanstyrki í miðalvindferð.
- Í Eigerøya í Rogalandi varð miðalvindferðin 32,7 metrar um sekundið, og vitin í Buholmråsa í Trøndelag hevði eina miðalvindferð á 33,7 metrar um sekundið.
Ríkismeteorologurin, Per Egil Haga, sigur við NTB, at tað er orkan, tá miðalvindferðin fer yvir 32,6 metrar um sekundið.
- Í Folgefonna, har harðasta hvirlan varð máld til 62,1 metrar um sekundið, hevði miðalvindferðin kortini ikki orkanstyrki, veit tíðindastovan NTB at siga.
##med2##