Ovara endaspælið: KÍ hevur stóran fyrimun undan seinasta dystinum

KÍ er trý stig og ein betri málmun frammanfyri NSÍ undan seinasta umfarinum

Komandi leygardag verður eitt slag av FM-finalu í ovara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum. Tá tekur KÍ móti NSÍ á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

KÍ hevur undan seinasta umfarinum ein stóran fyrimun. Tær eru trý stig frammanfyri NSÍ, og hava eisini ein betri málmun. Sambært dystir.fo er málmunurin hjá KÍ seks mál betri enn tann hjá NSÍ, og sambært fsf.fo er málmunurin hjá KÍ 13 mál betri enn tann hjá NSÍ. Vónandi verður staðfest áðrenn komandi leygardag hvør av hesum báðum málmununum er tann rætti.  

 

KÍ vann í kvøld 2-0 á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu. Tað var eitt sjálvmál í 69. minutti, ið setti KÍ í gongd, og fýra minuttir seinni staðfesti Tórun Joensen sigurin hjá KÍ.

 

Við Løkin í Runavík helt NSÍ lív í FM-vónini við at vinna 2-1 á HB. Tá eitt korter var farið av dystinum legði Lý Gray Djurhuus HB á odda 1-0, men beint undan steðginum javnaði Heidi Sevdal til 1-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Brá Zakariasardóttir sigursmálið hjá NSÍ.

 

KÍ hevur 58 stig, meðan NSÍ hevur 55 stig. HB hevur 34 stig, og Víkingur er aftast við 31 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 12.30 verður leikt soleiðis í seinasta umfarinum: KÍ-NSÍ og HB-Víkingur. 

 

Víkingur-KÍ 0-2 (0-0)

 

0-1 sjálvmál (69.)

 

0-2 Tórun Joensen (73.)

 

NSÍ-HB 2-1 (1-1)

 

0-1 Lý Gray Djurhuus (15.)

 

1-1 Heidi Sevdal (41.)

 

2-1 Brá Zakariasardóttir (69.)

 

Kelda: dystir.fo