Mattias H. Lamhauge vardi aftur málið hjá Fredericia, sum í kvøld hevði vitjan av Brøndby á Monjasa Park leikvøllinum í Fredericia.
Tað endaði við einum 2-0 sigri til Brøndby, ið megnaði at taka av tá teir fingu møguleikan, meðan teir hjá Fredericia ikki tóku av í hinum endanum av vøllinum.
Mattias var prísgivin, tá Noah Nartey hjá Brøndby legði Brøndby á odda í 81. minutti. Skotið hjá Noah Nartey tók stólpan á veg inn í málið. Stutt undan dystarloki økti Michael Grigoritsch til 2-0.
Mattias hevði átta bjargingar í dystinum, og Soccerstand hevur hann sum besta leikaran hjá Fredericia. Mattias fær karakterin 8,1 (av 10 møguligum). Miðalkarakterurin hjá leikarunum hjá Fredericia var 6,6.
Teir hjá Fredericia Dagblad eru meira pírnir. Teir geva Mattias karakterin 5 (av 10 møguligum). Teir hava miðvallaran Andreas Pyndt sum besta leikaran hjá Fredericia. Hann fær karakterin 7.
Fredericia er triðaftast í deildini við 11 stigum fyri 11 dystir. Fredericia hevur tapt tríggjar dystir á rað nú.
Mánakvøldið 20. oktober hevur Fredericia dyst á útivølli móti Sønderjyske. Mattias fer í morgin at ferðast heim til Føroya, har hann sannlíkt verjir føroyska málið í HM-undankappingardystinum móti Montenegro á Tórsvølli komandi hóskvøld klokkan 19.45.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum FC Fredericia-Brøndby 0-2 (0-0). Í brotinum síggjast fleiri bjargingar hjá Mattiasi.