Gunnar Vatnhamar er íslendskur meistari á øðrum sinni

Víkingur Reykjavík setti alt upp á pláss við einum sigri á FH í kvøld

Gunnar Vatnhamar kann á øðrum sinni á fótbóltsyrkisleið síni nevna seg íslandsmeistara í fótbólti. 

 

Gunnar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík á Víkingsvøllinum í Reykjavík í kvøld vann 2-0 á FH.

 

Sigurin merkir, at nú kann Valur á øðrum plássinum ikki longur røkka Víkingi á fyrsta plássinum. Víkingur Reykjavík hevur 51 stig, meðan Valur hevur 44 stig. Valur kann í mesta lagi fáa 50 stig, so Gunnar fær eina góða ferð heim til Føroya í morgin, har hann skal fyrireika seg við liðfeløgunum á landsliðnum til HM-undankappingardystirnar á heimavølli á Tórsvølli móti Montenegro og Kekkia.

 

Valdimar Þór Ingimundarson fekk Víking Reykjavík á sigurskós longu í níggjunda minutti av dystinum, tá hann hamraði bóltin uppundir tvørstongina og í mál til 1-0. Stutt undan dystarloki staðfesti Helgi Guðjónsson sigurin við einum góðum stútara.

 

Gunnar vann greipuna í Íslandi í 2023, og hevur hann sostatt higartil vunnið trý heiti í íslendskum fótbólti. Við Víkingi vann Gunnar FM í 2016 og í 2017, og løgmanssteypið í 2014 og í 2015. 

 

Víkingur Reykjavík hevur tveir dystir eftir at leika í ovara endaspælinum. 18. oktober er talan um dyst á útivølli móti Breiðablik, og 26. desember møta teir Vali á Víkingsvøllinum. 

 

Fyri viðleikaran hjá Gunnari, 36 ára gamla Gylfa Sigurðsson er talan um fyrsta heitið hann vinnur í vaksnamannafótbólti. Hann hevur eina flotta fortíð í Tottenham, Swansea, Everton og Hoffenheim, men har vann hann ikki nakað heiti. Í 2010, 2012, 2013, 2014, 2015, 2016, 2017, 2018, og í 2019 var Gylfi valdur at vera besti íslendski fótbóltsleikarin. Men í kvøld kom loksins eitt meistaraheitið í hús.