Meðan vit steðgaðu við sølutorgið hjá miðstovubóndanum nakað herfyri, vóru eitt nú Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur og Joen Peter Petersen, kokkur, og keyptu sær av grøðini

Føroya størstu grønmetisbøndur eru á Sandi

Tað er ongastaðni í Føroyum, at so nógv verður velt, sum á Sandi. Her er nógvur bøur, og her er slætt, og her ber væl til at arbeiða jørðina við maskinum, sum er ein fyritreyt, tá talan er um vinnuliga velting

 

Meðan vit steðgaðu við sølutorgið hjá miðstovubóndanum nakað herfyri, vóru eitt nú Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur og Joen Peter Petersen, kokkur, og keyptu sær av grøðini

Teir tríggir bøndurnir, sum gera mest við vinnuliga velting á Sandi, eru Ottar Hentze, sum saman við Jónhild rekur Uttastovugarðin, Jóannes Johannessen, sum rekur Miðstovugarðin og Poul Klementsen, sum rekur Klettagarðin.

 

Hjá øllum trimum bøndrunum eru tað eplini, sum teljast mest í grøðini, bæði í nøgd og virði. 

 

Meðan Klettagarður bara hevur eplir, hava bæði Uttastovugarður og Miðstovugarður ymiska grøði, har røtur, serliga kálrabirøtur og síðan gularøtur, eisini eru ein stórur partur av samlaðu grøðini.

 

Í grøðini hjá Miðstovugarði, sum herfyri seldi í nakrar tímar við kommunubygningin á Sandi, hevði Jóannes Johannessen henda dagin við sær eitt nú eplir, gularøtur, grønkál og ymiskt annað nýupptikið. 

 

Vit vóru eina løtu á marknaðinum hjá miðstovubóndanum henda dagin, og her tóku vit eisini nakrar myndir.

 

Á garðinum hjá Jóannesi plagar bóndin eisini at hava kálrabirøtur, reyðrót, garðakál rósinkál, purrur og leykir umframt ymiskt annað, sum veksur væl í føroysku moldini og sandmoldini.

 

Verið nógv burtur

Bóndin á Miðstovugarði helt fyri, at vøksturin sum heild hevur verið góður í ár, síðan tey settu niður, og væl er undir, nú hann er byrjaður at taka uppaftur. 

- Tað hevur verið eitt sindur øðrvísi ár enn undanfarnu ár, tí eg havi verið nógv burtur í árinum sum fylgjari í samband við sjúku, men eg havi fingið góða hjálp við grøðini, sum eg eri takksamur fyri, sigur Jóannes Johannessen.

Hann fegnast um góða vøksturin og vísir á, at nú sølan av grøðini er byrjað, er tað, sum áður, at føroyingum dáma væl at keypa nýupptikna grøði – ikki minst eplir og røtur.

Hendan leygardagin, vit vitjaðu marknaðarplássið við kommunubygningin á Sandi, kom væl av fólki framvið, og tey keyptu bæði eplir, gularøtur, kál og ymiskt annað frá bóndanum. 

 

- Vit plaga at lýsa á almenna Facebook-vanganum hjá garðinum, hvar vit selja, sigur Jóannes Johannessen. 

 

Hevur stóran týdning

Meðan vit steðgaðu við sølutorgið hjá miðstovubóndanum á Sandi, vóru eitt nú Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, ið er nólsoyingur, sum hevur búð á Sandi í nógv ár og Joen Peter Petersen, kokkur úr Skálavík, og keyptu sær av grøðini.   

 

Báðir vóru teir samdir um, at tað er fantastiskt og ómakaleyst at fáa fríska og nýupptikna grøði ein slíkan dag, og tað verður altíð ein munur á hesum og tí, sum liggur í handlinum og er fleiri dagar gamalt. 

Gunnar Bjarnason hevur í sínari frítíð fingist við jørð og seyð á Sandi ein stóran part av sínum lívi, og hann plagar eisini at velta síni egnu epli og onkuntíð ymiska aðra grøði.

Joen Peter Petersen siglur sum kokkur við grønlendskum rækjutrolara, og í sínari tíð gjørdist hann eisini kendur á skíggjanum sum føroyskur sjónvarpskokkur.

- Í dag fara vit at eta nátungar, og tí valdi eg at steðga her í morgun og keypa bæði nýupptikin eplir og gularøtur til døgurðan, og vit gleða okkum at sessast, tá sett er á borðið.

Kokkurin sigur, at tað er ikki ofta, hann keypir føroyska grøði, men tá hann er heima, og høvið býðst, dámar honum væl at stuðla teimum, sum velta og bjóða fram eplir, gularøtur og ymiskt grønmeti.

- Hetta eru fyrsta floks vørur, og tá vit vita, at nógv orka verður løgd í veltingina og røkt av veltunum, eiga vit eisini at keypa og stuðla, og eg haldi ikki, at prísurin er ov høgur.

Joen Peter Petersen sigur, at hann keypti eplir og gularøtur henda morgunin frá miðstovubóndanum fyri ein hundraðkrónuseðil, og tað heldur hann ikki er ein króna ov nógv.

- Nei, tað er einki at tosa um. Nýupptikna grøðin er bæði nógv frískari og smakkar betur enn tað útlendska, sum liggur í handlunum og verður gamalt.

Kokkurin vísir á, at tá hann er umborð á rækjuskipinum í Grønlandi, eru tað donsk epli, sum teir proviantera.

- Er frost, tá eplini koma oman á bryggjuna til skipið, mugu tey ikki standa úti í fimm minuttir. Tey mugu fáast umborð beinanvegin, tí frostið ger, at eplini gerast bleyt og keðilig. Soleiðis er eisini við fruktum sum heild, sigur Joen Peter Petersen, kokkur í Skálavík.

 

Grøðin tolir ymiskt

Tá tað, sum veksur í moldini, er búgvið til upptøku, er ymiskt, hvussu leingi grøðin heldur sær sum frísk og góð.

Ottar Hentze, sum rekur Uttastovugarð í Trøðum, sigur, at sumt kann standa leingi í moldini, meðan annað má takast upp og seljast so hvørt, sum tað er búgvið.

- Spískálið, sum veksur skjótt, má helst seljast innan einar tríggjar vikur, um tað ikki skal spillast. Øðrvísi er við aðrari grøði, sum eitt nú eplum og rótum, sigur hann. 

Í privatum húsarhaldum, sum velta eplir og kálrabirøtur til egna nýtslu, er vanligt at taka grøðina upp og síðan grava hana niðuraftur í sekkjum, tí tá verður mett, at hon heldur sær best. 

Sum skilst á grøðibøndrum lata teir tað standa í moldini, sum kann standa leingi, og her er tað serliga frostið, sum ansast skal eftir. Kemur frost í, verður grøðin bleyt og gagnast ikki.

Ottar Hentze heldur, at vøksturin í ár hevur verið á góðari leið, sum hann tekur til. Sumt er vaksið væl og so er okkurt, sum kanska er vaksið minni væl. 

- Men, er vøksturin góður á grøðini, er hann eisini góður hjá ókrútinum, sum órógvar vøksturin, og tað er eitt hestaarbeiði at halda ókrútinum burtur úr stóru veltunum.

Tá vit skiftu orð við bóndan á Uttastovugarði herfyri, vóru tey ikki byrjað at taka eplini og røturnar upp.

- Higartil hava vit tikið mest av spískáli, grønkáli og so nakað av smáum gularótum. 

 

Hann sigur, at eplini telja nógv mest í nøgd og eisini í virði, og nógv verður eisini selt av vanligum kálrabirótum. 

- Kálrabirøtur selja væl frá umleið oktober til januar, og tað eru mong, sum keypa og eta røtur saman við røstum kjøti og ymiskum øðrum døgurðamati.

 

Jóannes er ekspertur

Ottar Hentze heldur fyri, at Jóannes í Miðstovuni er ekspertur í gularótum, og hesar plaga at eydnast serliga væl hjá honum.

- Eg haldi, at moldin hjá Jóannesi, har hann veltur sínar gularøtur, er lættari enn moldin hjá okkum, og eg veit ikki, um tað er hetta, sum ger munin.

Hann vísir á, at tað er meira sandur í moldini sunnanfyri vegin um Sandafløtt enn norðanfyri vegin, har garðurin hjá Ottari og Jónhild hevur meginpartin av sínari gørði.

- Ikki tí; vit hava eisin nakað undir brekkuni sunnanfyri vegin og alt eftir, hvør ættin er, og hvussu nógvur vindurin er, er rímiliga veðugott undir bakkanum.

Bóndin viðgongur, at grágæsnar stundum eru ein stórur trupulleiki fyri grøðina.

- Jú, longur út á veturin, tað líður, tess verri verður við gæsnum – helst tí, at tær gerast svangari, og tá vit so koma út í desember og januar fær einki frið, sum hann tekur til.

Hann sigur, at tey í størst møguligan mun royna at fáa øll eplini upp úr moldini fyri 1. desember, og síðan er málið, at øll øll grøðin annars er komin upp í seinasta lagi til jólar.

- Tá tú bæði hevur mólk og grøði, soleiðis sum vit hava, verður arbeiðsdagurin ofta langur, men við grøðini er tað Jónhild, sum er drívmegin, og hon er óføra røsk, sigur bóndin í Uttastovu.

 

Tað er utopi

Hóast Ottar Hentze helst er størsti grøðibóndi í Føroyum, heldur hann ikki, at tað gevur nakra meining at tosa um, at Føroyar kunnu gerast sjálvbjargnar við grønmeti.

- Hetta er utopi í mínari verð. Sjálvsagt er tað skilagott at hava eitt mál, sum sigur, at vit skulu gerast meira sjálvbjargin sum samfelag, enn vit eru í dag, men tað er langur vegur á mál.

Bóndin vísir á, at landið eigur helvtina av føroysku jørðini, og tað er einki, sum bendir á, at myndugleikarnir vilja tað øðrvísi, soleiðis sum førdi politikkurin á hesum øki hevur myndað seg.

- Taka vit okkum her á Sandi, sum fáast við grøði, stendur og fellur hetta virksemi við nøkrum fáum persónum og tað, sum vit gera, krevur bæði nógva tíð og orku.

Ottar sigur, at tá tað gongur væl, gevur grøðin nakað, men gongur illa, tekur hetta bara arbeiðsorku.

- Vit selja okkara grøði um landið, og vit fara sjálvi út. Soleiðis var Jónhild í Fuglafirði herfyri, og samanumtikið er Havnin størsti marknaður hjá okkum, sigur Ottar Hentze.

 

Leiguvelta hjá Poul

Poul Klementsen, sum rekur Klettagarð á Sandi, veltur eisini eplir, men hetta er ikki í eins stórum nøgdum, sum Ottar og Jóannes hava gjørt seinnu árini.

- Eg velti bara eplir, sum eg selji her í túninum hjá mær sjálvum, og tað eru einar tvær vikur síðan, eg setti tey fyrstu eplini útum, har fólk, sum koyra framvið, hava høvi at keypa.

Hann vísir á, at hann eisini plagar at hava epli standandi í túninum hjá MBM í Hoyvík, sum kunnu keypast og gjaldast við kassan har.

 

Poul Klementsen sigur, at føroyingum dámar væl at keypa føroysk epli, og hann heldur eisini, at fólk sum heild eru fegin um høvið at kunna keypa nýupptikin eplir, gularøtur, røtur og ymiskt annað.

- Eg havi eisini eina aðra rímiliga stóra eplaveltu her niðri í bønum hjá mær, og vit kunnu kanska siga, at hetta er ein leiguvelta.

Bóndin á Klettagarði sigur, at talan er um starvsfólk hjá Betri Trygging, sum vendu sær til hansara um møguleikan at gera eina felagsveltu í bønum hjá honum.

- Eg haldi, at her vóru eini 80 fólk, sum fingust við at seta niður, og tey hava eisini verið ófør at komið suður aftur at røkja veltuna, meðan hon hevur staðið.

Poul Klementsen sigur, at einasta kravið, hann hevði til starvsfólkini hjá Betri Trygging fyri at lata tey velta í hansara bøi, var, at veltan skuldi sproytast - ella viðgerast - móti svartaspillu.

- Hetta er neyðugt, tí svartaspilla kann smitta, og eg havi sjálvsagt ongan áhuga í at fáa svartaspillu í bøin her niðanfyri hjá okkum, sigur bóndin á Klettagarði á Sandi.

 

Lesið eisini: 

 

Teldufrøðingur er størsti seyðabóndi í Oyndarfirðihttps://www.in.fo/news-detail/teldufroedingur-er-stoersti-seydabondi-i-oyndarfirdi

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

 

 

 

 

Meðan vit steðgaðu við sølutorgið hjá miðstovubóndanum nakað herfyri, vóru eitt nú Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur og Joen Peter Petersen, kokkur, og keyptu sær av grøðini